EB/Streymur

Pætur framvegis skaddur

Pætur Dam Jacobsen, sum bleiv skaddur í dystinum móti Víkingi, kann rokna við at vera úti nakrar vikur afturat.

Tá EB/Streymur spældi móti Víkingi í Sarpugerði tann 30. mars 2012, mátti Pætur Dam Jacobsen av vøllinum seint í fyrra hálvleiki eftir nærdyst við Evrard Blé.

Pætur og Evrard stríddust um ein bólt, tá Pætur fekk skaða í knæið. Talan var ikki um óregluligt spæl upp á nakran máta, men bert um óhepni í einari støðu, har báðir stríðast um ein bólt, og tað endaði so við at Pætur fær skaða í knæið, og hóast hann royndi at halda fram, so var beinan vegin greitt, at hann mátti skiftast út.

Tað vísti seg, at liðbandið var strekt, og slíkir skaðar taka tíð.

Tað eru nú tríggjar vikur síðani, og Pætur er so smátt byrjaður at renna kring vøllin, men hóast tað gongur tann rætta vegin, so kann roknast við, at hann verður úti í minst tríggjar vikur afturat.

Hetta kemur ikki væl við hjá EB/Streymi, tí Pætur er ein sterkur og góður leikari, og ein av grundstuðlunum í byrjunaruppstillingini hjá felagnum.

Vit ynskja Pætur góðan bata og gleða okkum til, at hann gerst spæliklárur aftur!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version