EB/Streymur

Jákup aftur til EB/Streym

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt eina eitt ára avtalu við 23 ára gamla málmannin Jákup Højgaard.

 

Í fjør vóru tað Trygvi, Rói og Símun Jóhan ið kappaðust um málmansplássið í felagnum. Trygvi er farin aftur til B36 og Símun Jóhan er farin til Onglands í lestrarørindum so í ár var bert Rói eftir. Men nú er aftur kapping um plássið.

Jákup er ein gamal kenningur í felagnum. Í 2015 leikti hann við okkum í fyrruhelvt av kappingarárinum aðrenn leiðin gekk út á Skála at spæla seinnu hálvu. Í 2016 var hann á Argjum og í fjør var Jákup aftur í B36, har hann hevur leikt øll árini aðrenn hann kom til okkum í 2015.

Jákup hevur leikt 16 dystir í fremstu deildini, 85 dystir í 1.deild og har hevur hann eisini skoti eitt mál(!), í 2.deild hevur hann leikt 18 dystir.

 

Vit ynskja Jákupi vælafturkomnan í felagið og ynskja honum alt tað besta.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version