EB/Streymur

Arnar heldur fram

26 ára gamli kollfirðingurin hevur skrivað undir ein eitt ára langan sáttmála.

 

Í 2008 leikti Arnar, bert 16 ára gamal, fyrstu ferð fyri besta liðið hjá okkum. Árið eftir bleiv tað til tríggjar dystir. Frá 2010 hevur Arnar verið fast tilknýttur bestaliðshópinum hjá okkum, og hevur hann til samans leikt 193 dystir og skotið 16 mál. Í ár bleiv tað til 25 dystir og eitt mál.

Arnar er ein sera skilagóður og hart arbeiðandi miðvallari. Eisini kann hann røkja øll tey fremstu plássini. Við sínum 10 ára royndum, har av tvey meistaraheitir og tríggjar steypasigrar, er Arnar ein sera týðandi leikari fyri okkum, bæði á og uttanfyri vøllin gongur hann á odda.

Vit gleða okkum til enn eitt ár við Arnari á liðnum, og ynskja hon allar bestu eydnu í 2018.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version