EB/Streymur

Ragnar tvey ár afturat

Klaksvíksingurin Ragnar B. Danielsen hevur skriva undir ein nýggjan tvey ára sáttmála.

 

Ragnar B. Danielsen er 25 ára gamal og uppvaksin í KÍ. Hann kom til EB/Strem í 2015 og beinanvegin vann hann sær fast pláss á liðnum. Ragnar kann fylla nógv pláss á vøllinum, hann er sera ágrýtin og gevur altíð alt fyri liðið. Tann altíð hart arbeiðandi Ragnar spældi 22 dystir fyri okkum í fjør. Tilsamans hevur Ragnar spælt 77 dystir fyri EB/Streym og skora 16 mál.

 

Allar bestu eydnu tey tvey komandi árini Ragnar.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version