EB/Streymur

Oddur Højgaard til EB/Streym

28 ára gamli miðverjin av Toftum, Oddur Højgaard hevur skrivað undir ein eitt ára langan sáttmála við EB/streym.

 

Oddur er ein høgur og sterkur miðverji, ið hevur sín uppvøkstur í B68. Oddur leikti, sum 17 ára gamal, sín fyrsta dyst fyri bestaliðið hjá B68 í 2007. Í 2010 fekk hann sítt gjøgnumbrot í Effodeilini og var fastur maður í miðverjuni til hann fór niður at lesa á summrið í 2013. Meðan hann hevur verið í sínum lestrarørindum, hevur hann leikt við ÍF Føroyum og B1908 á Amager og tá hann hevur verið heima í summarfrí hevur hann leikt fast við bestaliðnum hjá B68.

Nú flytur Oddur heim aftur til Føroya og er tað í blá/svarta búnanum hjá okkum hann kemur at leika í.

Oddur hevur sambært faroesoccer.com leikt 127 dystir fyri bestaliðið hjá B68, 88 í EFFO deilini og 39 í 1.deild. Hann hevur skotið 15 mál.

 

Vit ynskja Odduri vælkomnan í blá/svarta búnan og allar bestu eydnu komandi ár.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version