EB/Streymur

Petur leingir við tveimun árum

Ársins stjørnuskot í felagnum 2017, hevur skrivað undur tvey ára langan sáttmála.

22 ára gamli Petur fekk sítt gjøgnumbrot í Effodeildini í ár, har hann spældi 15 dystir og fekk eitt mál. Málið fekk hann í ótrúliga comebackinum í Gundadali móti HB tá vit vóru aftanfyri 2-0 í hálvleikinum, men endaðu við at vinna 3-2 og somuleiðis endaliga tryggja okkum plássið í Effodeildini 2018.

Petur er miðverji, men hevur sum yngri, eisini leikt nógv sum høgri bakkur. Petur er uppvaksin í felganum og hevur tilsamans leikt 24 dystir fyri bestaliðið hjá okkum. Fyri næstbesta lið okkara hevur hann leikt 57 dystir. Petur er eisini skrásettur fyri 31 U-18 dystir.

 

Vit ynskja Peturi allar bestu eydnu komandi tvey árini.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version