EB/Streymur

Leif eisini til 2019

EB/Streymur hevur í dag gjørt nýggjan sáttmála við nýklakta pápan Leif Niclasen.

 

Leif hevur frá barnsbeini spælt við EB/Streymi, og hevur verið týðandi partur av okkara besta liði seinastu nógvu árini. Leif er tann leikarin ið hevur leikt trið flestar dystir fyri EB/Streym í søgu felagsins, heili 349 dystir er tað blivi til og hann hevur skotið 105 mál fyri okkum. Í ár bleiv tað til 6 mál í 27 dystum.

 

Vit ynskja Leif allar bestu eydnu tey komandi tvey árini og hjartaliga til lukku við soninum, ið var føddur týsdagin.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version