EB/Streymur

Rói gjørt tvey ára sáttmála

 

Vit hava í kvøld gjørt sáttmála við miðvallaran Róa Heðinsson Olsen.

 

Rói er 20 ára gamal og hevur sín uppvøkstur her í felagnum. Miðvallarin við tí góða bóltførleikanum og góða eyganum fyri spælinum, fekk sín fyrsta dyst fyri felagið í 2013, sum bert 16 ára gamal. Í fjør bleiv tað til 24 dystir fyri okkum og samanlagt hevur hann, hóast sín unga aldur, leikt 83 dystir fyri okkum og skora eitt mál. Rói hevur frá 2013 til 2015 umboða landsliðið 13 ferðir, 10 dystir fyri U-17 og 3 fyri U-19.

 

Vit ynskja Róa alt tað besta tey komandi tvey árini.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version