EB/Streymur

Arnbjørn til 2019

Føroya besti áleypari heldur fram! Vit hava í kvøld gjørt avtalu við Arnbjørn Hansen um ein tvey ára langan sáttmála.

 

Arnbjørn spældi sín fyrsta dyst fyri okkum í 2004, men tað var ikki fyrr enn í 2006 at hann spældi seg fastan á liðið. Sama ár var hann valdur til ársins stjørnuskot í deildini. Tvey ár seinni var hann kosin ársins leikari í táverandi formuladeildini og í 2008 og 2010 var hann toppskjútti í deildini. Hann var eisini toppskjútti í felagnum øll árini frá 2006 til 2013 tá Leif yvurhálaði hann, árið eftur var hann aftur toppskjútti. Í fjør bleiv tað til 4 mál í 13 dystum, men bert 288 minuttum.

Vit kenna alt til Arnbjørn og hansara máltev, hann er við sínum 163 málum, mest skorandi leikarin í søgu felagsins og hann er áttandi mest leikandi leikari við 276 dystum. Men sum flest øll vita, so hevur hann verði darvaður av skaða tey seinastu árini, men hann prógvar ferð aftaná ferð at tá hann er tøkur, ja tá er hann føroya besti áleypari. Tað sóu vit í ár tá hann beint eftir summarsteðgin avgjørdi trýggjar dystir á rað fyri okkum. Á rætta stað til rætta sum altíð.

Umframt at verða leikari, so verður Arnbjørn eisini álopsvenjari í felagnum. Við sínum drúgvu royndum vænta vit hann hevur nógv at geva til okkara komandi ættarlið av álopsleikarum.

 

Vit ynskja Arnbirni allar bestu eydnu komandi ár, bæði sum leikari og sum venjari.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version