EB/Streymur

Jóhannes leingir við tveimun árum

21 ára gamli víkamaðurin á vinstrabakkinum, Jóhannes Hansen, hevur longt sáttmálan við EB/Streym við tveimun árum.

 

Jóhannes hevur alt sítt fótbóltslív spælt við EB/Streymi, hann spældi sín fyrsta dyst fyri bestamannsliðið hjá okkum sum bert 16 ára gamal, tá kom kom inn fyri Hans Paula Samuelsen, tann 21 apríl 2012. Tað árið spældi hann 4 dystir fyri okkum og síðani tað hevur hann verði so at siga fastur maður á vinstrabakksplássinum.

Hóast sín unga aldur hevur Jóhannes nógvar royndir, hann hevur spælt 105 dystir fyri bestamannsliðið hjá EB/Streymi. 68 í Effodeildini, 27 í 1.deild, 7 steypadystir og 3 evropeiskar dystir. Jóhannes hevur skoti 5 mál, har í millum eitt dundurskot, við Stórá í Trongisvági fyrr í ár. Eisini hevur Jóhannes spælt 5 U-landsliðs dystir, 3 við U17 í 2011 og 2 við U19 í 2013.

Vit ynskja Jóhannusi góða eydnu komandi tvey kappingarárini!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version