EB/Streymur

Sjúrður verður hjálparvenjari

EB/Streymur hevur í kvøld gjørt avtalu við aldursforsetan á ársins liði, Sjúrða Jacobsen, sum í síðsta mánað spældi sín seinasta dyst í bestu deildini, um at hann komandi ár verður partur av venjaratoyminum hjá felagnum.

 

Sjálvt um Sjúrður herfyri kunngjørdi, at hann hevur spælt sín síðsta dyst í bestu deildini, so sleppur hann ikki deildini heilt.

Vit í EB/Streymi eru sera fegin um, at fryntligi runavíkingurin komandi ár verður hjálparvenjari hjá Effo-liði okkara, har Heðin Askham heldur fram sum høvuðsvenjari.

Vit ynskja Sjúrði alt tað besta í nýggja starvinum hjá EB/Streymi!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version