EB/Streymur

Rógvi tvey ár afturat

EB/Streymur hevur í kvøld longt sáttmálan við Rógva Egilstoft Nielsen.

Liðskiparin, sum kom til felagið í 2013, og hann hevur verið sera væl dámdur frá fyrsta degi.

Rógvi er ein sera týdningarmikil leikari fyri liðið, og umframt tað ger hann eitt stórt arbeiði í felagnum, har hann m.a. er venjari hjá ungdómsliði.

Komandi ár fær hann eisini aðrar uppgávur í ungdómsmenningini hjá felagnum.

Nýggi sáttmálin hjá Rógva er galdandi fyri tvey tey komandi árini.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version