EB/Streymur

Av bonkinum og í málið einaferð enn

Við einum megnar avriki komu vit aftur í aftur og vendu 0-1 til 2-1. Málslúkurin hjá okkum, Arnbjørn Hansen, skoraði bæði málini.

Við dystinum í dag fingu vit longt EB/Streyma-kompleksið hjá KÍ í Streymnesi. Síðan 2007 hevur ikki eydnast KÍ at vunnið á okkum í fremstu mansdeildini við Margáir. Søtt, tá hugsað verður um, hvussu KÍ spilti okkum spælið árið fyri.

 

Málið hjá KÍ kom tá 70 minuttir vórðu spældir. Jóannes Danielsen skoraði. Sjey minuttir seinni gjørdi Arnbjørn bart, og eftir 82 minuttir var sami Arnbjørn aftur á rætta staðnum og hetta málið bleiv munurin.

Tað var ein javnur dystur, ið kundi koppað báðar vegir, og tá ið KÍ legði seg á odda seint í dystinum, mundu flogvitini í norðlýsis- og høvuðsstaðarpressuni ætla sær at avskriva okkum. Men við trúgv á egin evni og góðum hugburði fingu vit vent dystinum seinastu løtuna. Báðar ferðirnar vit skoraðu, var tað Arnbjørn, ið var á rætta stað, eftir at viðleikararnir høvdu skapt ruðuleika í brotsteiginum hjá KÍ.

Samanumtikið spældu okkara klókt og vóru farligir av og á. Gaman í lótu vit klaksvíkingarnar hava bóltin meira, men tað man vera taktiskt. Sum úrslitini lagaðu seg, klúgva vit upp á sætta plássið í Effodeildini. Sum heild hava vit eitt ungt lið, kryddað við onkrum rutineraðum leikarum. Henda samansetingin hevur higartil roynst væl. Bjartskygni er nú aftur sjónligt millum teirra, sum eru rundan um liðið.

Okkara menn, leikarar og venjarar, hava klárað seg væl í ár. Vit taka ein dyst í senn og so síggja vit, hvussu langt tað røkkur.

Næsta uppgávan er 07 Vestur í Sørvági leygardagin 12. august. Tá má maður av húsi, komið øll við.

Drívið á!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version