EB/Streymur

Tvær málperlur góvu okkum sigurin

Við einum góðum innsatsi megnaðu okkara leikarar at koppa HB. Tað endaði 2-1 heima við Margáir. Fyrsti málskjútti í dystinum gjørdist Poul G. Olsen, sum eftir innkast frammi í høgru síðu smekkaði ein bólt móti málinum úr spískum.

 

Síðani javnaði HB við einum heldur keðiligum máli, sæð við okkara eygum. Sebastian Pingel verður nokk skrásettur sum málskjútti, men dagsins maður má helst vera Arnbjørn Hansen, sum eftir innlegg frá Ragnari Danielsen smekkaði bóltin í kassan umvegis tvørstongina. Tá var rómurin øgiligur, og tað, ið eftir var av dystinum vardu okkara sum úlvur á skóg.

Leikgongdin var soleiðis, at HB hevði bóltin nakað meira enn EB/Streymur. Okkara menn vardu væl og fóru av og á í kontra og skaptu vandastøður. Dysturin kundi koppað báðar vegir, og hóast onkur mundi hava sligið seg til tols við einum stigi, vildu okkara tað øðrvísi.

Ein leikari, sum spældi sín fyrsta dyst fyri EB/Streym í dag var Pætur Petersen, ið er leigaður úr B36. Hin spælarin, vit nýliga hava leigað, Ari Mohr Olsen, var ikki við í dag, kanska tí mótstøðuliðið var júst HB.

Eitt nokk so taktiskt klókt trekk, sum Heðin Askham gjørdi í seinna hálvleiki, var at skifta fremsta mann og báðar vengurnar, so ómóðir menn sluppu inn at renna. Hetta vísti seg at geva úrslit, tí tveir av okkara innskiftu leikarum skaptu sigursmálið, Ragnar og Arnbjørn.

Tað, sum eyðkendi okkum í dag var hart arbeiði og effektivitetur.

Við sigrinum í dag klatra vit upp á 7. pláss. Skála er nú nummar 8. Vit eru nú eittans stig aftan fyri HB. Hýrurin á okkara áskoðarum var avbera góður eftir dystin. Vit hava við dagsins sigri tilsamans vunnið tvær ferðir á HB, tvær ferðir á Suðuroyingum, einaferð á ÍF, umframt javnleikir móti NSÍ og B36.

Næsti dysturin í EFFO-deildini hjá okkara verður á Skála hósdagin 27. juli, og annars spæla EB/Streymur og KÍ við Margáir 6. august.

 

Drívið á!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version