EB/Streymur

Ari Mohr Olsen til EB/Streym

EB/Streymur hevur í dag leigað Ara Mohr Olsen frá HB restina av kappingarárinum.

Ari er sandloyingur og uppvaksin í B71, men síðani 2014 hevur hann spælt við U18 hjá HB, og í 2016 og 2017 hevur hann eisini verið knýttur at Effoliðnum hjá HB.

Í 2016 bleiv tað til ikki færri enn 37 dystir í HB-búnanum, felstu dystirnir í Effo-deildini, harav eisini tveir í Europesku kappingini. Hinir dystirnir vóru í U18 og ein við 1. deild.

Higartil í ár hevur hann spælt 15 dystir í Effodeildini og 1. deild, men nú skiftir hann sum sagt til EB/Streym, her hann vónandi fær nógvar dystir.

Vit ynskja Ara vælkomnan til Margáir!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version