EB/Streymur

EB/Streymur leigar Pætur

EB/Streymur hevur í dag gjørt avtalu við B36 um at leiga Pætur Joensson Petersen fyri restina av kappingarárinum.'

Pætur er 19 ára gamal og framrættaður miðvallari. Ungi og evnagóði spælarin spældi barnaárini í B71, men flutti sum hálvvaksin til B36 og hevur spælt har til nú.

Í ár er tað higartil blivið til 20 dystir, harav 5 í Effodeildini, 2 í steypakappingini (Effo), 8 dystir í 1. deild og 5 dystir í U18.

Vit ynskja Pætur vælkomnan til Margáir!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version