EB/Streymur

Oddaliðið vitjar

Gestirnir við Margáir í dag er Víkingur.

   Eins og EB/Streymur má Víkingur metast at vera steypaliðið burturav seinastu árini.
   Men bæði Víkingur og EB/Streymur spældu av við sín møguleika í steypa­kapp­ingini í Gundadali Skírisdag.
   Víkingur spældi móti B36 og tapti 1-0. Vit spældu móti HB og taptu 2-1.
   Nú skal hesin teigur ikki nýtast til at gremjast um eitt tap, men hesa ferð mega vit gera eitt undantak og nýta nakrar fáar reglur til tað.
   Tí dysturin í Gundadali Skírisdag endaði ikki, so sum vit vildu, og so sum hann átti.
   Vit vóru undirtippaði til dystin, og tað er fínt. Men vit spældu væl og virðiliga upp til HB og stóðu onki aftan fyri teir, hóast teir nokk høvdu bóltin meira enn vit.
   Tað eydnaðist okkum eisini at koma á odda, men nakað eftir tað, fingu vit eitt brotsspark móti okkum, sum ikki var í familju við brotsspark. Og harfrá gjørdist dysturin ein vanlukka. Øði kom í grindina, og dómarin misti tamarhaldið á dystinum!
   Tað endaði so við, at HB fekk eitt mál afturat, og hóast fleiri góðar royndir, so vóru tær millimetrar við síðuna av. Síðsti minutturin av dystinum gjørdist eitt rót, ið líktist bardaga, har ein HB-ari fekk reytt kort fyri ófantaliga takling, og tveir av okkara leikarum fingu skítbítt reyð kort.
   Ná, nú mega vit so finna út av, hvussu vit mannað liðið móti verandi odda­liði.
   Víkingur hevur eitt gott lið, hóast teir kanska ikki hava somu styrkina sum í fjør.
   Okkara lið er framvegis ungt og undir uppbygging. Vit fingu ein frálíkan start í Runavík, ein niðurtúr í Fuglafirði, men so vunnu vit tvær ferðir við Margáir, áðrenn omanfyri nevnda dyst í Gundadali.
   Men hóast vit taptu ófortjent í Gundadali, so hava vit nógv gott, vit kunnu taka við frá tí dystinum, tí okkara leikarar stríddust manniliga og vístu sera góðan stríðsvilja, sum rakk langt, og við meira hepnaðari døming hevði rokkið so mikið, at vit framvegis høvdu verið í steypakappingini. Men vit eru fram­vegis í landskappingini, og har ætla vit at koma longst møguligt.

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version