EB/Streymur

Búmerkið

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at dagføra búmerkið okkara, og nú er tað so klárt.

 

Uppruna búmerkið, ein ketuliður, ið bindur feløgini saman, tók seg ikki nóg væl fram í heildini, og var ótíðarhóskandi til elektronisku miðlarnar, so okkurt mátti gerast, tó ikki so nógv, at eingin skuldi kenna seg aftur.

Búmerkið er nú rammað inn í ein bláan og svartan skjøldur, ið eru eyðkendu litirnir felagsins. Skjøldurin er ikki nakað ókent í fótbóltsheiminum, og er tekin upp á verju. Nakað, ið má til fyri eitt felag skal hanga saman. Og so skulu vit eisini verja um samleikan, sum EB/Streymur stendur fyri. ”Saman standa vit sterk”, nakað, ið vit hava gjørt síðani feløgini blivu til eitt í 1993.

Uppruna búmerkið hava Ellindur Egilstrøð og Magnus Magnussen teknað, og nýggja búmerkið hevur Heini Festirstein dagført.

Vónandi taka øll væl ímóti dagføringini.

 

EB/Streymur

 

Saman standa vit skerk

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version