EB/Streymur

Brian tekur eitt tørn afturat

Um vikuskiftið skrivaði EB/Streymur undir nýggjan sáttmála við Brian Olsen fyri 2017.

Arbeðsgrevið á miðvøllinum hevur mestu sum alt sítt lív verið við EB/Streymi. Eitt undantak er seinna hálva í 2012, tá hann spældi við 07 Vestur í 1. deild.

Brian telist millum teir "gomlu" á unga liði okkara, og hann er ein týdningarmikil partur av teimum, ið ganga undan og vísa vegin fyri teir ungu, sum eru á veg fram.

Vit ynskja Brian góða eydnu komandi ár!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version