EB/Streymur

Arnbjørn komin heim aftur

Tað er við stórari gleði, at EB/Streymur í dag kann kunngera, at okkara Arnbjørn Hansen er komin heim aftur, og at hann aftur komandi kappingarár fer at lata seg í blá/svørtu troyggju nr. 22.

 

Eftir at hava spælt fyrstu barnaárini við HB kom Arnbjørn sum smádrongur til EB/Streym, her hann hevur verið ein av berandi kreftunum øll árini, EB/Steymur hevur myndað ovaru helvt av bestu fótbóltsdeildini.

Síðani hann fyrstu ferð spældi á besta liði okkara í 2004 hevur hann spælt 263 dystir fyri EB/Streym í landskappingini, steypakappingini og í europeiskum dystum og hevur í hesum dystunum skorað 162 mál. Harafturat spældi hann sín fyrsta A-landsdyst fyri Føroyar 27. februar 2006, og higartil er tað blivið til 18 A-landsdystir og 3 mál. Á U21 landsliðnum egiur hann 4 dystir og 1 mál, á U19 landsliðnum 2 dystir.

Men fyri tveimum árum síðani valdi Arnbjørn at royna nýggjar leiðir, og hesi bæði árini hevur hann spælt við HB.

Arnbjørn hevur tó hesi bæði árini verið ógvuliga skaðaplagaður. Á ólavsøku í fjør fekk hann álvarsligan skaða í knæðið, sum helt honum burtur frá fótbólti í útvið eitt ár, og júst afturbyrjaður beint fyri ólavsøku í ár fekk hann aftur skaða, ið helt honum burtur frá dysti í 6 vikur, og um tað so ikki var nóg mikið, so fekk hann bert tríggjar dystir seinni skaða í økslina undir venjing. Tað hevði so við sær, at hann fekk bara 4 dystir við HB í ár, meðan hann spældi 19 í fjør, áðrenn hann fekk knæskaðan.

Vónandi fer at gangast betri framyvir, og vit vóna við honum, at hann kann halda seg skaðafrían.

Tí er hann førur fyri at spæla, so ivast ongin í dygdunum hjá honum á vøllinum, og vit vóna, at Arnbjørn fær eitt gott kappingarár komandi.

Umframt at spæla við besta liði okkara skal Arnbjørn eisini vera partur av venjaratoyminum kring liðið. Sáttmálin við Arnbjørn er galdandi fyri 2017.

Á myndini bjóðar Brian Hansen Arnbjørn væl komnan til felagið aftur.

Góða eydnu, Arnbjørn!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version