EB/Streymur

Nýggjur málmaður til EB/Streym

EB/Streymur hevur í dag gjørt sáttmála við Trygva Askham, sum skal verja málið hjá Effo-liði okkara komandi kappingarár.

Trygvi hevur avtalu við B36, so talan er um, at EB/Streymur leigar hann frá B36 komandi kappingarár.

Trygvi hevur verið annar málmaður á besta liði hjá B36 nøkur ár. Annars hevur hann árini frá 2005 til 2009 spælt við tí, sum fyrstu árini æt FS Vágar 2004, og sum seinni kom at eita 07 Vestur. Í 2010 spældi Trygvi við FC Hoyvík, og síðani 2013 hevur hann verið hjá B36.

Talan er um ein góðan málmann, og vit í EB/Streymi fegnast um at hava hann í okkara hópi komandi kappingarár.

Avtalan við B36 og Trygva er galdandi fyri eitt ár.

Vi ynskja Trygva vælkomnan í EB/Streym!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version