EB/Streymur

Rói heldur sjálvandi eisini fram

EB/Streymur hevur í kvøld skrivað undir nýggjan sáttmála við okkara egna Róa Olsen.

Rói er ein av ungu evnagóðu leikarunum, sum hava sín uppvøkstur í EB/Streymi, og tí síggja vit tað eisini sum eina sjálvfylgju, at felagið hevur stóran áhuga at knýta hann at felagnum fyri 2017 eisini.

Rói hevur seinastu árini víst stóra framgongd, og seinasta kappingarár fekk hann fleiri dystir á besta liði felagsins, og í heyst beyt hann seg rættiliga fastan á liðnum.

Í ár spældu vit sum kunnugt í 1. deild, meðan vit til komandi ár aftur eru "heima", t.v.s. í Effodeildini. Onki er at ivast í, at Rói hevur evnini eisini at spæla seg inn á fast pláss í Effodeildini.

Vit ynskja Róa alt tað besta komandi ár og gleðast um at síggja hann einn eitt ár í blá/svørtu troyggjuni!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version