EB/Streymur

Niklas ger sín fyrsta sáttmála

EB/Sttreymur hevur í dag gjørt sáttmála við unga leikaran Niklas Tummasarson Kruse frá Norðskála. Niklas er uppvaksin í felagnum, umfarmt at hann hevur roynt seg á ítróttareftirskúla í Danmark.

Niklas spælir á øllum offensivum plássum, bæði á miðjuni og á vengrunum, og hann má sigast at vera sannur málrevur. Í teimum 9 dystunum, hann hevur spælt síðani á Ólavsøku við 1. og 2. deild hjá EB/Streymi í ár, hevur hann skotið 8 mál. Av hesum vóru 7 dystir og 7 mál í 1. deild.

Hetta er fyrsti sáttmálin hjá Niklas, og hann er fyri eitt ár.

Vit gleða okkum at síggja unga kvika norðskálamannin á vøllinum komandi ár og ynskja honum alt tað besta!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version