EB/Streymur

Sjúrður eisini næsta ár

EB/Streymur hevur í dag longt sáttmálan við Sjúrða Jacobsen, sum spældi við okkum í 1. deild í ár.

Sjúrður spælir á miðjuni og hann royndist sera væl saman við unga liði okkara, har hann spældi við í 27 dystir og skeyt 3 mál.

Sjúrður er uppvaksin í NSÍ og hevur mest sum bert spælt har, nevniliga øll árini frá 1994 til 2014. Í 2015 skifti hann to til Effo-liðið hjá ÍF, og í ár spældi hann so við EB/Streymi í 1. deild. Komandi ár verður tað so Effo-fótbóltur við EB/Streymi.

Talan er um eitt ára sáttmála.

Vit gleða okkum til enn eitt ár við Sjúrða og ynskja honum góða eydnu!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version