EB/Streymur

Tóki til EB/Streym

EB/Streymur brynjar seg til komandi kappingarár, nú felagið aftur verður at síggja í bestu deildini.

Í dag hevur felagið gjørt sáttmála við ein ungan evnaríkan leikara, nevniliga Tóka á Lofti.

Tóki á Lofti er uppvaksin í AB og hevur umframt AB eisini leikt við B36 í 2012, 13 og 14, umframt at hann í ár spældi við 07 Vestur.

Tóki er 24 ára gamal og spælir á miðjuni. Hann hevur fyri tað mesta spælt í 1. deild seinastu árini, men hevur spælt nakrar dystir í Effo-deildini við B36 og AB.

Talan er um eitt ára sáttmála.

Vit bjóða Tóka vælkomnan til Margáir og gleða okkum at síggja hann í blá/svørtu troyggjuni!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version