EB/Streymur

Vit steðga ikki, hóast uppflyting

 

Undan seinasta umfari vóru vit sera spent, tí tað vikuskiftið kundu vit tryggja okkum uppflyting til Effodeildina komandi ár. Vit spældu á Sandi leygardagin, men longu fríggjakvøldið kundu vit tryggja okkum uppflyting, hóast vit ikki spældu tá.

   Tað var nevniliga so, at um 07 Vestur vann á FC Suðuroy fríggjakvøldið, so høvdu bæði EB/Streymur og 07 Vestur tryggjað sær uppflyting.
   Men hepni var ikki við 07 Vestur, sum tapti dystin 3-1, hóast teir komu á odda longu fyrst í dystinum.
   Litil ivi er kortini um, at 07 Vestur flytir upp komandi ár. Teir skulu bert tryggja sær eitt stig afturat, so kann onki lið náa teimum.
   Sjálvandi fara teir at leggja alt fyri at tryggja sær stigið í dag við Margáir. Uppgávan hjá okkum er sjávandi, at tað ikki hendir í dag, tí hóast vit longu hava tryggja okkum uppflyting við at vinna 2-1 á Sandi seinasta leygardag, so er málið hjá okkum at vinna teir dystir, ið eftir eru. Eisini dystin í dag!
   Tað verður ofta sagt, at lið, sum longu hava tryggjað sær eitt meistaraheiti ella uppflyting, hava ilt við at halda fokus seinastu dystirnar, og ofta hendir tað, at tey geva burtur bæði javnleikir og meira enn tað.
   Uppgávan hjá okkum í dag er at bróta ta siðvenjuna.
   Hóast vit vita, at 07 Vestur hevur eitt gott lið, sum vit hava havt stórar avbjóðingar ímóti í ár, so vita vit, at til ber at vinna á teimum, og tað er mál okkara.
   Vit hava higartil ikki tapt móti teimum, og tað skulu vit heldur ikki í dag. Fyrsta dystin móti 07 Vestur í ár (tað var dystur um Løgmanssteypið) vunnu vit, bert fáar dagar seinni spældu vit landskappingardyst við Margáir, sum endaði við javnleiki, og í summar vóru vit á vitjan í Sørvági, har vit vunnu 2-1 eftir at vera komnir afturút beinanvegin í dystinum.
   Kravið til okkara menn er enn sum áður:  Vit vilja hava sigur – enn einaferð!

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version