EB/Streymur

Uppflytingin tryggjað

Hóast tað var liðið á aftasta plássi, ið vit møttu, so gjørdist talan um ein sera tættan og spennandi dyst. Vit kundu við einum sigri tryggja okkum uppflyting, og hjá B71 eru øll stig kærkomin, um teir skulu verða verandi í 1.deild.

 


Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen; Arnar Dam, Rói Olsen (Ólavur ´65); Ragnar B. Danielsen (Petur ´89), Marni Djurhuus (Tóki ´76), Leif Niclasen; Niklas Kruse.

 Eyka: Andru Poulsen, Brian Olsen, Ólavur H. Ejdesgaard, Petur Zachariassen, Tóki Johannesen.


 

   Longu aftan á 7 min. er mál, og tað er heimaliðið, ið leggur seg á odda. Teir skjóta eitt horna innfyri, har vit ikki fáa ruddað bóltin burtur, endin er at bólturin endar beint hjá Patrick Toh, ið smekkar bóltin í mál.

  Men vit fella ikki í fátt, longu 5 min. seinni javna vit. Vit spæla okkum frameftir í vinstru síðu og við einum góðum yvirlappi, fær Jóhannes bóltin, Jóhannes sendir bóltin inn í felti til eina púra fríðan Niklas, ið lætt kann seta bóltin í mál til støðuna 1-1.

  Nú seta vit okkum fullkomiliga á dystin, og skapa nógvar góðar støður, men neyvleikin manglar.

  Tá 23 min. eru leiktir, bragdar aftur. Rói hevur bóltin uttan fyri brotsteigur, skjýtur upp á mál, men beint á ein sandoying, bólturin dettur til Niklas, sum úr 18 metrum smekkar til og skorar. Annað málið hjá 17 ára gamla Niklas Kruse, ið var við frá byrjan fyri fyrstu ferð.

  Stutt eftir kundi Niklas lukkað dystin, tá hann blívur einsamallur móti málmanninum, men skotið endar beint á málmanninum. Seinasti málmøguleiki í fyrra hálvleiki fellur eisini til Niklas, tá hann flott temur bóltin, vendir sær og fluktar til bóltin, men beint á málmannin.

Í seinna hálvleiki er ikki nógv at skriva heim um. Ein sera rótutur hálvleikur, har vit slett ikki fáa spæli at hanga saman. Vit royna at gera onkrar taktiskar broytingar, men lítið batnar.

  Hóast spælið er langt frá tí tað vanliga er, so skapa vit hópin av støðum og nakrar góðar málmøguleikar, men neyvleikin er ikki til staðar.

  Sum tíðin gongur koma sandoyingar longur niðan á vøllin, og vit skulu verða hepnir, at teir ikki fáa meira burturúr teirra møguleikum.

Samanumtikið ein minni góður dystur frá okkara síðu, men vit fáa tað, vit komu eftir, og tað eru stigini og við teimum trimum stigunum komu vit upp á 58 stig. FC Suðuroy, ið er á triðja plássi, kann um teir vinna allar sínar dystir bert fáa 57 stig. Næsta uppgáva er komandi sunnudag, tá vit í einum toppbraki við Margáir taka ímóti 07 Vestur.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version