EB/Streymur

3 stig frá uppflytingini

3-0 sigurin á HB leygardagin ber við sær, at vit nú bert eru trý stig frá uppflytingini í Effo deildina.


 Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Rói Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Jóhannes Hansen; Marni Djurhuus, Brian Olsen; Ragnar B. Danielsen (82´ Ári), Tóki H. Johannesen (61´ Niklas), Leif Niclasen; Arnar Dam.

 Eyka: Andru Poulsen, Ári Kruse, Niklas Kruse.


 Fyrri hálvleikur var einki at skriva heim um. Spælið hjá okkum gekk alt ov seint fyri seg, og vit høvdu trupult við at finna viðleikarnar. Samstundis lógu vit alt ov langt vekk frá HB leikarunum, sum í fyrra hálvleiki vóru nógv á bóltinum, men vit hildu tó HB frá málmøguleikum.

  Hvat venjararnir hava sagt í hálvleikinum, er ilt at siga, men vit komu út til seinna hálvleiki sum hamskiftir. Nú hongur spælið betur saman, og vit byrja at mynda dystin.

  Tá 65 min. eru leiktir, kemur endiliga hol á. Eftir eitt gott horna, har bólturin ferðast aftur og framm, endar hann hjá Ragnari, ið er staddur við brotsteigar markið, hann smekkar til og stutt frá málinum hælar, 400 dyst jubilarurin, Marni Djurhuus bóltin í mál til støðuna 1-0.

  10 min. seinni er aftur mál, og aftur er tað Marni, ið er uppá spæl. Leif sendir Rói leysan á høgra vongi, og við einum frálíkum innleggi finnur hann Marna, ið knallhart stútar bóltin í mál.

  Lítla løtu seinni er Leif nær við, tá hann úr sera spískum kemur at standa einsamallur við HB málverjanum, men skotið fer dygst framvið handaru stong.

  Tá tað resta 5 min. av dystinum, skora vit aftur. Jóhannes sendir eitt innlegg innfyri til Marna, ið elegant tekur bóltin niður við bringuni, og líka elegant sneiður hann verjuleikaran av og leggur bóltin uppá tvørs til ein púra leysan Niklas Kruse, sum lætt setur bóltin í mál. 17 ára gamli áleyparin úr Norðskála, hevur nú skorað tvey mál uppá 53 minuttir á besta liðnum.

  Í seinasta skotinum í dystinum er Ári nær við at økja til 4-0, men skotið fer dygst framvið stongini.

Samanumtikið ein dystur har vit byrja sera illa, men reisa okkum í seinna hálvleiki og uppiborið vinna 3-0. Næsta vikuskiftið er dystur inni í Dal á Sandi, har botnliðið B71 tekur í móti okkum. Vinna vit tann dystin, er tað avgjørt, at vit leika í Effo deildini komandi ár.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version