EB/Streymur

Nú helma vit ikki í!

Eftir langan steðg verður aftur fótbóltur við besta liði okkara við Margáir.

   Síðani vit 22. Juni høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá AB hava vit bert havt útidystir. Ikki færri enn 5 útidystir á rað, harav onkrir eru vegna umbýti, tí mótstøðulið okkara hava havt stevnur.
   Hetta hevur so við sær, at vit restina av kappingarárinum koma at hava forholdsvís nógvar heimadystir, serliga síðst í kappingarárinum, tí vit hava tríggjar teir seinastu dystirnar heima.
   Í dag taka vit ímóti teimum næstbestu hjá HB.
   Hóast HB hevur nógvar evnagóðar leikarar eisini á næstbesta liði sínum, so hava úrslitini higartil ikki svarað til vónirnar hjá teimum.
   HB liggur í løtuni á 7. plássi, og vit gita, at hetta er heldur lægri, enn tey høvdu sett sær sum mál fyri árið. Men árið er sum kunnugt ikki liðugt enn, so teir kunnu krúpa nakað uppeftir.
   Men hinvegin, so er yvirornaða málið hjá teimum nokk bara at halda seg oman fyri niðurflytingarvandan, og har er ikki stórvegis vandi á ferð enn, hóast HB “bert” hevur 21 stig, meðan bæði tey niðastu liðini hava 10 stig við ávikavist 8 og 7 dystum eftir.
   6 sigrar, 3 javnleikir og 11 tap er úrtøkan hjá HB higartil, og ongin skal vera í iva um, at hesi hagtølini ætlar HB at betra um.
   Vit mega bara syrgja fyri, at tað verður ikki við Margáir, at hetta eydnast teimum.
   Gongdin hjá okkum higartil hevur verið á góðari leið. Heilt góð, siga summi, men vit eru ikki nøgd við allar javnleikirnar. Javnleikurin á Argjum svíður mest, tann móti 07 Vestur var ok, men teir báðir her í summar móti FC Suðuroy og Giza/Hoyvík vildu vit avgjørt verið fyri uttan, tí í báðum teimum dystunum áttu vit at komið heim aftur við øllum.
   Tó, vit kunnu enn siga, at vit hava ikki tapt higartil í ár, og tað skulu vit so halda fast í!
   Í summarsteðginum gjørdu vit sáttmála fyri komandi ár við Rógva Egilstoft Nielsen, samstundis sum vit leigaðu hann út til Skála fyri restina av hesum árinum. Rógvi hevur verið okkum sera drúgvur í ár.Hetta gevur spælitíð til nakrar av yngru leikarum okkara, og tað er so ein góður møguleiki at vísa sítt virði, so teir kunnu bíta seg fastar á liðnum.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version