EB/Streymur

Upptakt: Giza Hoyvík – EB/Streymur

Summarsteðgurin er av og nú skulu vit ígongd við seinasta triðingin av kappingini. Mikudagin 27 Juli verður Ólavsøkudystur á niðara vølli í Gundadali tá vit skulu vitja Giza Hoyvík.

   Undan dystinum liggja hoyvíksjingar á einum 5.plássi við 28 stigum eftir 18 umførum. Í teimun seinastu 5 umførunum aðrenn kappingin fór í summarsteðg var gongdin svingandi. Tveir sigrar, ein javnleikur og tvey tap. Vit hava tvær ferðir í ár møtt Giza Hoyvík, og báðu ferð er tað endaði við sigri til okkum. Úrslitini hava verði 5-1 og 3-0.

  Gongin hjá okkum undan summarsteðgin var sera góð, sjálvt um vit bert fingi ein javnleik í seinasta dystinum. Nógv mál og sannførandi sigrar hava gjørt, at stemmningurin í hópinum er sera góður. Men júst hetta kann verða farligt, um vit byrja at takað lætt uppá uppgávurnar fyri framman. Tað er sera umráðandi, at vit framvegis hava bæði beinini á jørðini og ikki byrja at undirmeta mótstøðuna.

  Rógvi er flestum kunnugt útleiðaður til Skála fyri tað, sum eftir er at kappingini, so hann verður ikki tøkur. Andras hevur leikbann, og Marni er ivasamur eftir ein skaða, ið hevur plága hann tað seinastu tíðina. Burtursæð frá tí, eru allir mans tøkir og fit for fight.

Dysturin verður sum sagt á niðaravølli í Gundadali í morgin 27. Juli, kl.19:00.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version