EB/Streymur

8-1 í Runavík.

Rokna var við einum torførum dysti móti liðnum á fjórða plássið, men uppgávan gjørdist ein heilt onnur tá vit mikudagin vóru í Runavík har teir næstbestu hjá NSÍ tóku ímóti okkum.


 

Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias; Jóhannes, Andras, Árni, Petur (Andru 46’); Sjúrður (Ólavur 46’), Brian (Steffan 63’); Ragnar, Rógvi, Leif; Arnar

Eyka: Andru, Ólavur, Rói, Steffan, Tóki.


 

  Longu tá 2 minuttir eru leiktir er mál til okkum. Leif spælir væl við Arnar, fær bóltin aftur og smekkar hann í kassan.

  Tá 11 minuttir eru leiktur er aftur mál og aftur er Leif uppá spæl. Rógvi sendir bóltin úr høgru inn til Arnar, ið vendir væl runt við bóltinum og leggur bóltin av til ein framstormandi Leif ið trygd, við høgra beininum, setur bóltin í málið.

  Stutt eftir tveita vit bóltin burtur í uppspælinum og knappliga er ein NSÍ’ari einsamallur móti Jákup Andrias í málinum, trygd minkar hann um munin til 2-1. Eftir hetta kemur heimaliðið meira inn í dystin og við eitt sindur meir av hepni, so kundu teir javna tá ein leikari kemur at standa púra leysur framman fyri málið, men skallarin fer viðsíðuna av.

  Tað gongur ikki leingi so hava við fult tamahald á aftur og eru vit um reppi at skora tá skallarin hjá Andras verður bjargaður á strikuni.

  Í 26 minutti fáa vit tó skora aftur. Arnar sendir eitt frálíkt horna beint í høvdi á Rógva sum stútar bóltin í mál til 3-1. Tveir minuttir er Arnar aftur uppá spæl og við einum frálíkum horna sendir hann bóltin beinleiðis í málið til støðuna 4-1.

  Beint fyri hálvleik hava vit møguleikan at økja um leiðsluna tá Leif við einum dundur frísparki sendir bóltin á stongina.

Vit byrja seinna hálvleik sum eitt óløgi og longu aftaná 2 minuttir hava vit skorað. Eftir gott uppspæl í vinstru síðu millum Jóhannes og Ragnar endar bólturin hjá nýinnskifta Ólavi, sum trygd setur bóltin í mál til 5-1.

  Longu fýra minuttir seinni er aftur mál. Rógvi verður spældur inn um verjuna og einsamallur móti málmanninum leggur hann bóltin av til Leif sum síðani leggur bóltin í tóma málið. 52 minuttir leiktir og støðan er 6-1 til okkum.

  Vit spæla væl og skapa fleiri stórar møguleikar, men vit skulu heilt til síðsta minutt í vanligu leiktíðini fyrr enn næsta mál kemur. Steffan, ið spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá EB/Streymi, dribblar framvið fleiri og leggur síðan bóltin til Arnar sum úr 20 metrum trygd leggur bóltin dygst úti við stongina til støðuna 7-1.

  Minuttin seinni verður Arnar væl spældur leysur inn um verjuna, avleverar til Leif, ið rundar málmannin og leggur bóltin í mál til endaliga úrsliti 8-1 !

 

Ein dystur ið vit stýra frá fyrsta bríksli har vit kunnu iðra okkum um ikki at skora enn fleiri mál, men man skal nokk ikki klaga tá man skorar átta ferðir. Við nógvum málum og til tíðir heilt góðum spælið seinastu dystirnar kunnu vit bert gleða okkum til leygardagin tá vit leika seinasta dystin aðrenn summarsteðgin. Í Vági, á Jóansøku,  har FC Suðuroy tekur ímóti okkum. Men hesin dystur verður ein heilt annar enn hesir seinastu, FC Suðuroy er ikki bara bara á heimavølli vesturi á Eiðinum.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version