EB/Streymur

U-18 landslið: Frásøgn úr Litava

Føroysku U18-genturnar eru í hesum døgum í Litava har tær luttakað í menningarkapping hjá UEFA. Tær hava fingi eina flúgvandi byrjan uppá kappingina og tveimun tryggum sigrum í tveimun teimun fyrstu dystunum. Við á landsliðnum eru okkara Anna Sunadóttir Hansen, Durita Hummeland og Durita Mikkelsen.

 

  Í gjár leiktu tær fyrsta dystin í kappingini. Dysturin var ímóti Letlandi og endaði hann við einum 6-0 sigri til Føroyar. Durita Mikkelsen spældi allan dystin, Durita Hummeland, ið skeyt tvey av málunum, spældi fyrra hálvleik og málverjin Anna Sunadóttir Hansen spældi knappan tíma. Tað vit hava frætt út Litava er at allar kláraðu seg væl og spældu ein góðan dyst.

  Í dag hevur aftur verði dystur. Hesaferð var mótstøðuliðið vertslandið Litava og aftur í dag var talan um ein sikkran sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 3-0 til Føroyar. Vit hava tosað vit okkara gentur á landsliðnum, tær siga soleiðis frá dystinum í dag.

”Tað vóru nógvar broytingar í mun til liðið sum byrjaði inni ímóti Lettlandi í gjár. Bert fýra av teimum somu byrjaðu inni og mótstøðu liðið var betur í dag enn í gjár. Vit fingu ikki spælið orduliga at koyra í fyrra hálvleiki, men tað kom ímóti endanum á fyrra hálvleiki, har Rebekka Danielsen skoraði til 1-0 við einum góðum flugtara uttanfyri sekstan meturin. Í seinna hálvleiki var spælið betri, har vit eisini fingu tvey mál. Fyrst skorar Julia Mortensen eitt flott mál í 48 min,  har hon fær bóltin aftanfyri miðjuna og rekur allan vegin fram sjálv, og setur bóltin gott í netið. Í 58 min økir Jónvá Hentze støðuna til 3-0, við einum sera flottum langskoti, har hon frá einum hornasparki verður spæld útfrá.

Vit eru sera væl nøgd við avrikið í hesum báðum dystunum vit hava spælt, og síggja nú fram til dystin móti Estlandi fríggjadagin, har vit eisini ætla at gera okkara besta!”

Durita Hummeland spældi allan dystin í dag meðan Durita Mikkelsen og Anna komu inn í hálvleikinum.

 

Fríggjadagin skulu føroysku genturnar aftur í eldin, tá verður mótstøðuliðið Estland, sum enn ongan dyst hevur vunnið í kappingini, so útlitini fyri at vinna allar trýggjar dystirnar og kappingina skuldu verði góð. Vit vilja ynskja føroysku gentunum góða eydnu við dystinum fríggjadagin.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version