EB/Streymur

Upptakt: NSÍ – EB/Streymur

Fjórði dystur í hálva aðru viku verður mikudagin við Løkin í Runavík. Mótstøðuliðið úr Runavík, NSÍ, liggur undan dystinum, sum bestir av teimum næstbestu, á einum fjórða plássi, javnir í stigum við GizaHoyvík á triðja plássinum.

 

  Vit koma til dystin við stórum sjálvsáliti. Í teimum fimm dystunum, ið higartil eru leiktir í Juni mánaði, hava vit skorað heili 22 mál og latið 4 mál í gjøgnum.

  Seinast vit møttu NSÍ var í fimta umfari. Tann dysturin var leikur við Margáir og endaði tað við einum tryggum 3-0 sigri til okkum.

  Men er eitt sikkurt, so er tað, at NSÍ’arnir ikki skulu undirmetast. Samstundis sum vit hølvaðu KÍ av, 6-1, norðuri í Klaksvík leygardagin, so tók NSÍ á heimavølli móti FC Suðuroy. Endaliga úrsliti gjørdist 4-2 til heimaliðið, sum samstundis streyk framvið suðuroyingum á stigatalvuni.

  Ilt er at meta um, hvussu liðið hjá NSÍ verður mannað til dystin. Effodeildin er farin í summarsteðg, so teir hava møguleika til at styrkja um næstbesta liðið, men Effo liðið hjá NSÍ skal hósdagin leika Evropa League á heimavølli móti FK Shakhtyor úr Hvítarusslandi. Nevnast kann, at til seinasta dyst hevði NSÍ leikarar sum Magnus Olsen, Petur Knudsen og Andre Olsen við á liðnum, og tað styrkir nógv um teirra unga, men sera evnaríka hóp.

  Hjá okkum eru so at siga allir mans tøkir, einasta ivamál er Marni. Hann hevur sitið uttanfyri síðani dystin móti 07 Vestur, og ivasamt er um hann verður tøkur.

Dysturin verður leiktur mikukvøldi kl.18:30.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version