EB/Streymur

Enn ein tryggur sigur

20 Apríl spældu vit í ódnarveðrið á Argjum móti AB. Dysturin, sum higartil er tað mest skuffandi úrslitið í ár, endaði við javnleiki 1-1. Nú møttu vit AB aftur og nú skuldu vit hevna okkum.

 

  Vit leggja út sum eitt óløgið og longu aftaná 2 minuttir hava vit lagt okkum á odda. Jóhannes, sum hesaferð spældi á bakkinum, var komin framm við og eftir góðum samanspæli og góðum vilja er hann knappliga leysur innanfyri verjuna hjá argjamonnum, einsamallur móti málmanninum leggur hann bóltin trygd í málið í 1-0.

  Eftir málið halda vit framm við at trýsta teir langt aftur á vøllin og vit skapa nógvar møguleikar. Millum annað hava Rógvi, sum í gjár spældi sum hangandi áleypari, og Arnar góðar støður, men bólturin fór við síðurnar av.

  Í 22 min er aftur mál. Leif sendir Arnar væl framm í høgru síðu og við einum frálíkum innleggi finnur hann ein Rógva, sum við fullari ferð kemur skreiðandi inn í bóltin og skorar.

  Í 31 min hava vit horna í vinstru síðu. Rói leggur innfyri. Lukku tíð fyri okkum missur málmaðurin hjá argjamonnum bóltin beint í føturnar hjá Andras sum skjýtur fyrstuferð, skotið verður blokera á strikuni men bólturin dettur beint út aftur til Andras, sum hesaferð megnar at leggja bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 3-0.

Í seinna hálvleiki fellur leikferðin nógv og spælið er ikki nógv at skriva heim um. Leif hevði ein risa møguleika tá hann verður sera væl spældur inn um verjuna, men einsamallur móti málmanninum megnar hann ikki at skora. Løtu seinni er tað Ólavur ið er nær við, eftir gott uppspæl fær Rógvi bóltin í vinstru síðu og við frálíkum innleggi finnur hann Ólav, men bólturin fer upp um.

  Stutt fyri dystarenda fáa vit tó aftur mál. Rói hevur bóltin á miðjuni og við eini sera góðari fríspæling finnur hann Ragnar púra fríðan móti málmanninum, Ragnar rundar málmannin og sendir hann trygd í málið til endaligu støðuna 4-0.

Samanumtikið ein dystur við ikki høgari leikferð. Mótstøðu liðið møtti ikki serliga motivera upp til dystin og tá vit so tíðliga koma á odda byrja menn at takað sær av løttum. Tó so, so vinna vit 4-0 og tá programmi er so stramt sum tað er komandi vikuna so er tað kanska fínt at vit ikki blivu pressaðir.

 

Leygardagin er aftur dystur og tá skulu vit til Klaksvíkar har KÍ tekur ímóti okkum í Djúpumýru. Dysturin byrjar kl.14:00.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version