EB/Streymur

Nú mega vit hevna javnleikin á Argjum!

Ein tann dysturin higartil í ár, sum vit í Sundalagnum minnast eina mest, er dysturi á Argjum 20. Apríl, tá vit noyddust norður aftur við einum skammilig¬um og órættvísum javnleiki!

 

   Tann dysturin varð leiktur í ivasomum veðri, við tað at tað var fitt av vindi hatta kvøldið, og sum okkum øllum kunnugt, so liggur vøllurin inni í Vika á einum ikki serliga veðurgóðum plássi, so fyritreytirnar fyri góðum dysti vóru ikki nakað serligar.

   Men hóast vit høvdu hópin av málmøgulleikum gjøgnum allan dystin, so eydnaðist tað okkum bert eina ferð at seta bóltin í netmeskarnar, meðan AB hinvegin gagnnýtti ein av 2-3 málmøgulleikum, so dysturin endaði við javnleiki.

   Men tá hetta er sagt, so kunnu vit ikki blíva við at umbera okkum við hesum javnleikinum. Vit høvdu – sum sagt – hópin av málmøgulleikum, men vit vóru ikki nóg neyvir í avgerðandi løtuni.

   Og hetta kunnu vit eisini ásanna í fleiri øðrum dystum. Vit spæla okkum nevniliga fram til eitt ótal av málmøgulleikum, og hóast tað higartil hevur eydnast okkum 50 ferðir at seta bóltin í netið, so er tað bert eitt fátal av øllum teimum møgulleikum, vit hava havt.

   Og tað er helst nakað, ið okkara spælarar skulu arbeiða meira við, nevniliga at skjóta mál, tí sum kunnugt eru tað málini, sum telja, tá dysturin verður gjørdur upp.

   Men vit skulu nú skunda okkum at siga, at sjálvandi eru vit væl nøgd við gongdina higartil í ár, hóast alt.

   Vit liggja á odda í deildini sum einasta liðið, sum enn er ósigrað. Tveir javnleikir eru einastu stigini, vit hava sett til, og tað er hóast alt ikki so galið, hóast javnleikurin á Argjum enn lýsir reytt í hugaheimi okkara.

   Setningurin hesa ferð er enn sum altíð: vit mega fáa ein sigur. Serliga tí at mótstøðuliðið hesa ferð er liðið á niðasta plássi í deildini, men hóast tað, so mega vit vera klárir frá fyrsta bríksli, tí bara við tí kunnu vit vinna dystin. Halda vit okkum hava vunnið frammanundan, so endar galið.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version