EB/Streymur

Einsamallir á odda

Spennandi toppdystur var á Dungasandi í Sørvági leygardagin. Undan dystinum vóru bæði liðini jøvn í stigum á fyrsta plássinum, so tað stóð nógv upp á spæl. Tað bleiv ein tættur dystur, ið ikki bleiv avgjørdur fyrr enn heilt seint í dystinum.


 Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Jóhannes Hansen (Brian 50´); Leif Niclasen, Marni Djurhuus, Ragnar B. Danielsen (Ólavur 68´); Arnar Dam (Tóki 89´).

Eyka: Brian Olsen, Ólavur H. Ejdesgaard, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen, Petur Zachariasen.


 Vágamenn løgdu út sum eitt óløgið, og longu aftaná 5 min. komu teir á odda. Vandamikli áleypari teirra, Søren Nielsen, breyt ígjøgnum í okkara vinstru síðu og leggur bóltin innfyri, har ein Vágamaður er fyrstur á bóltinum og fær prika hann framvið Jákup Andriasi í málinum.

  Hetta fær okkum at vakna, og arbeiða vit okkum meira og meira inn í dystin, og tað var um reppi, at vit javnaðu, tá Andras stútaði eitt horna móti málinum, men á sjálvari málstrikuni fær ein vágamaður beint bóltin burtur av vandaleið.

  Tá 35 min. eru farnir bragdar endiliga. Árni spælir bóltin ímillum beinini á einum mótstøðumanni, út til beiggja sín Poul á bakkinum, Poul sendir Arnar í dýpdina, sum síðani hegnisliga við hælinum leggur bóltin av til Leif, sum smekkar til fyrstuferð og skorar. Eitt sera flott og fortjent mál.

  Stutt fyri hálvleik fáa teir ein stóran møguleika at leggja seg á odda aftur, tá Søren Nielsen kemur einsamallur móti málinum, men Jákup Andrias fær vart fyri. 1-1 gjørdist hálvleiksstøðan og var tað í trá við leikgongdina. Vit byrjaðu sera illa, men reisa okkum og enda leikliga omaná.

Seinni hálvleikur er ikki nógv at skriva heim um. Spælið hjá okkum hekk illa saman, og vit klára ikki at skapa nakrar stórvegis málmøguleikar, men vit standa væl á vøllinum og stríðast manniliga.

  Tá 89 min. eru leiktir, fáa vit eitt horna í okkara høgrusíðu. Sjúrður leggur innfyri, men teir fáa stúta burtur. Vit vinna bóltin aftur, og bólturin endar aftur hjá Sjúrða, hann leggur aftur innfyri, og í tveimun førum fær Andras stúta bóltin til Marna, sum úr sera spískum saksar bóltin umvegis tvørtræið í málið. 2-1 til okkum og stór frøði á leikarum, venjarum og ikki minst teimum mongu EB/Streyma áskoðarunum, ið høvdi lagt leiðina vestur til Sørvágs í góðveðrinum leygardagin.

  Eftir hetta sendi 07 Vestur alt fólkið fram og royndi at jagstra eitt útjavnandi mál, men vit hildu tætt og koyrdu sigurin heim.

Ein søtur sigur og fyri aðru ferð innan stutta tíð hava vit vunnið torføran útidyst á sera vánaligum vølli, fyrst í Vági móti FC Suðuroy og nú vesturi í Sørvági, móti okkara beinleiðis kappingarneyta í kappingini um fyrsta plássið í deildini. Sigurin ber við sær, at vit nú eru einsamallir á odda og einasta liðið, ið er ósigrað.

Næsti dystur verður longu mikudagin. Tá taka vit við Margáir ímóti botnliðnum AB. Seinast vit spældu móti AB endaði tað vit einum sera skuffandi 1-1 javnleiki, so vit hava nógv at hevna. Dysturin byrjar kl.19.00.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version