EB/Streymur

Toppdystur í Sørvági

Toppdystur á Dungasandi í Sørvági leygardagin kl. 15:00, tá 07 Vestur, sum liggur á ørðum plássi, tekur ímóti okkum.

 

 Tveir dystir eru leiktir móti 07 Vestur higartil í ár, báðir við Margáir, annar í landskappingini og hin í steypakappingini. Úrslitini hava verið góð, steypadystin vunnu vit 2-1 og komu víðari til kvartfinaluna og landskappingardysturin endaði við javnleiki. Javnleikin kunnu vit iðra okkum um, tí vit høvdu fortjent betur. Um tann dysturin var vunnin, so vóru tað í dag trý stig okkara millum. Men soleiðis skuldi ikki verða.

 Liðini bæði hava vunnið allar sínar dystir síðani 1-1 javnleikin okkara millum. 07 Vestur hava skorað heili 27 mál og latið 9 mál í gjøgnum í teimum 5 dystunum, ið hava verið síðani vit møttust seinast. Nevnast skal at í hesum dystunum hevur danski áleyparin, Søren Nielsen, skotið heili 10 mál. Vit hava skorað 20 mál og bert latið 3 mál inn í okkara 5 dystum síðani javnleikin móti heimaliðnum.

 07 Vestur skrivar á heimasíðu síni, at Hanus Nielsen ikki er við vegna skaða, og at Sølvi Egilsson er ivasamur, annars eru allir manns tøkir. Hjá okkum eru allir manns tøkir.

 Liðini bæði eru jøvn í stigum, men vit hava munin við málum, so tað verður talan um eitt brak av einum dysti. Tað er av alstórum týðningi, at vit fáa tey trý stigini við okkum aftur til Margáir, soleiðis at vit kunnu leggja sjógv millum okkum og 07 Vestur og harvið staðfesta hvat er besta liðið í deildini.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version