EB/Streymur

Fyrrverandi venjari hjá okkum vitjar aftur

Um vikuskiftið er ársins Sundalagsstevna, hesa ferð í Hvalvík/Streymnesi.
   Stevnudysturin í ár er móti B71 og verður leiktur leygardagin aftan á kapp­róðurin.

 

   Venjari hjá B71 er okkum so væl kendi Piotr Krakowski, sum var venjari hjá EB/Streymi í 5 ár frá 2003 til og við 2007. Flestu av hesum árunum spældu vit á Mølini á Eiði, men í 2007 spældu vit fyri fyrstu ferð við Margáir, so Piotr er ikki heilt ókendur her.
   Fyri dagsins gestir hevur kappingarárið higartil verið mest mótbrekka. Av teimum 12 dystunum, sum higartil eru spældir, hevur B71 bert vunnið ein. Tað var á Argjum móti AB, sum liggur aftast í deildini. Harafturat hava teir spælt 3 dystir javnar, allar á heimavølli: 1-1 móti Víkingi, 3-3 móti HB og 1-1 móti AB.
   Hinar dystirnar hevur B71 tapt, onkran nokk so rúgvusmikið, so samlaða málúrtøkan higartil er 13 vunnin mál og 31 tapt.
   EB/Streymur hevur spælt ein dyst móti B71 fyrr í ár. Tað var í øðrum umfari á Sandi. Í tí dystinum komu vit fyrst á odda, men so javnaði B71 við einum brotssparki. Endaliga úrslitið lagaði seg tó til okkara fyrimun, tí vit skoraðu ikki færri enn 6 ferðir eftir tað, so vit tá komu norður aftur við trivaligum 7-1 sigri.
   Men í dag er tað ein annar dystur. Hann byrjar 0-0, og hóast vit seinast vunnu trygt, so kann júst tað vera sera vandamikið at hava í bakhøvdinum, tí allir dystir í 1. deild eru nevniliga soleiðis, at har kunnu øll liðini vinna, og halda vit okkum hava vunnið, tá vit fara á vøllin, kann úrslitið lættliga gerast nakað annað.
   Vit mugu frá byrjan hava fokus á dystinum og stríðast alt tað vit kunnu, so vit enn eina ferð kunnu fara av vøllinum við øllum trimum stigunum í skjáttuni. Tí tað hava vit brúk fyri, skulu vit náa okkara málum í ár.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version