EB/Streymur

TOP OF THE LEAGUE

Sunnudagin var útsetti dysturin móti FC Suðuroy leiktur á Eiðinum í Vági. Møguleiki var at endurvinna oddasessin í deildini, ein sessur 07 Vestur hevur sitið á, meðan vit hava havt ein dyst færri. Dysturin sunnudagin endaði við einum sigri, sostatt eru vit aftur á fyrsta plássi í deildini, eitt stað vit ætla at verða restina av árinum.


Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen (Rói 62´), Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Jóhannes Hansen; Ragnar B. Danielsen (Ólavur 79´), Marni Djurhuus, Leif Niclasen (Petur 90´); Arnar Dam.

 Eyka: Ólavur Høghamar Ejdesgaard, Rói Olsen, Petur Zachariasen.


   Heilt fitt av vindi var vesturi á Eiðinum í Vági sunnudagin, og vit høvdu vindin ímóti í fyrra hálvleiki. Vit byrja dystin væl, hóast mótvind, so trýsta vit suðringarnar aftur á vøllin. Men nógvi vindurin og vánaligi vøllurin gjørdi tað trupult hjá okkum at fáa nakað spæl at hanga saman.

  Einar 10 minuttir inn í dystin kom fyrsti veruligi málmøguleikin. Rógvi spælir Ragnar leysan á vinstra vongi. Ragnar sendir eitt gott inlegg inn til ein fríðan Leif, men Leif fær ikki ordiligt skot á.

  Eftir hetta trýstir FC Suðuroy, við hjálp frá vindinum, okkum aftur á vøllin, men vit standa væl og halda teimum frá nøkrum vandamiklum. Eftir eini 25 minuttir vinna vit bóltin frá teimum og fara í kontra. Ragnar verður spældur leysur í vinstru síðu, og við einum frálíkum innleggi finnur hann Arnar, sum fluktar móti málinum. Tíverri fyri okkum fer bólturin umvegis stongina út til málspark. Eitt frálíkt álop og framúrskarandi avslutningur av Arnari.

  FC Suðuroy svarar væl aftur, og beint fyri hálvleik er nær við, at teir fáa mál. Teir leggja eitt hornaspark innfyri og skallað verður móti málinum, men Jóhannes er vakin, og á sjálvari málstrikuni fær hann beint bóltin burtur av vandaleið.

Seinni hálvleikur byrjar sum fyrri, har vit trýsta teir langt aftur á vøllin, men nú hava vit vindin í ryggin. Longu tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik kemur hol á. Marni vinnur bóltin høgt á teirri hálvu, spælir Arnar, sum hegnisliga finnur Marna aftur. Marni smekkar til úr 25 metrum, bólturin fer umvegis ein verjuleikara móti málinum. Málmaðurin fær sligið bóltin, men á stongina og bólturin fer í spæl aftur. Ragnar er fyrstur á returinum, og kann lætt leggja okkum væl uppiborið á odda.

  Eftir hetta hava vit kontrol á dystinum, og fleiri ferðir var um reppi, at vit øktu. Eitt nú stútar Andras eitt horna frá Sjúrða á tvørtræið. Løtu seinni er tað Leif, sum við høvdinum eisini raktar tvørtræi. Einki mál kom afturat í dystinum, sum sostatt endaði 1-0 til okkum.

Samanumtikið ein dystur har vit vóru omaná allan dystin. Vit hava ilt við at fáa spælið at hanga saman, men við einum øgiligum stríðsvilja, so kempaðu vit okkum til sigurin. Stuttligt at síggja menn arbeiða soleiðis, tá spælið ikki hongur saman.

Næsti dystur er leygardagin á Sundalagsstevnuni, sum í ár er í Hvalvík. Mótstøðu liðið verður B71.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version