EB/Streymur

NÚ SKAL FYRSTAPLÁSSIÐ TAKAST !

Av tí at føroyska landsliðið fríggjadagin leikti vinadyst niðri í Frankfurt Týsklandi ímóti Kosovo, ið er nýggjasta limalandið í UEFA, hevur landskappingin í bestu og næstbestu deildini ligið still hetta vikuskifti. Tó verða nakrir útsettir dystir leiktir, og ein teirra er okkara dystur ímóti FC Suðuroy. Dysturin átti at verið spældur 7. mai, men tá leiktu vit fjórðingsfinalu móti NSÍ í kappingini um Løgmanssteypið.

   Undan dystinum sunnudagin er støðan í kappingini soleiðis, at vit liggja á øðrum plássi við 29 stigum eftir 11 dystir, trý stig færri enn 07 Vestur, sum tó hava leikt ein dyst meir. Gongdin seinastu dystirnar hevur verið góð. Í teimun seinastu trimum dystunum eru nýggju stig vunnin, og hava vit eina málúrtøku uppá 10-1. Til dystin sunnudagin eru allir uttan Brian tøkir, so venjararnir hava ein luksus trupulleika, tá liðið skal setast.

  Dysturin sunnudagin verður fimti heimadystur hjá FC Suðuroy upp í slag. Av hesum hevur liðið vunnið trýggjar og tapt ein. Ósigurin móti Víkingi í tíggjunda umfari er teirra einasti ósigur á heimavølli í ár. FC Suðuroy liggur undan dystinum á fimta plássi við 19 stigum.

  FC Suðuroy hevur ein sera ungan hóp. Útskiftingin frá í fjør er stór, men teir hava tó enn profilar á liðiðnum. Búi Egilsson og Mamuka Toronjadze hava í 10 dystum skora 9 mál í part. Eisini hava teir í verjuni ein krútsterkan miðverja í Valerian Iobashvili. Undantikið Mamuka, 30, og Valerian, 27, er elsti leikari í hópinum 20 ára gamal.

  Sunnudagin er møguleikin at vinna okkum upp aftur á fyrsta plássið, men treytin er at vit vinna trupla dystin í Vági. Saman við 07 Vestur og GizaHoyvík er FC Suðuroy okkara einastu kappingarneytar um uppflytingar plássini til EFFO deildina. Undan dystinum eru 10 stig á muni millum liðini bæði, so vit hava møguleika at leggja teir enn longur afturum okkum, um vit vinna dystin væl at merkja. Men eingin dystur er vunnin uppá forhond, og kanska serliga í Vági er trupult at spæla, so okkara mugu leika upp til teirra besta um dysturin skal vinnast. Dysturin verður leiktur sunnudagin kl.14:30 og tað er møguligt at fylgja við umvegis beinleiðis frásøgn á facebook-síðuni hjá okkum.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version