EB/Streymur

3-1 sigur í Gundadali

Dystur var í Gundadali í gjár, teir næstbestu hjá HB tóku ímóti. Fyrr hevur hesin leikvøllur ofta verið okkum ein beiskur biti, men tað er øðrvísi í ár, tá vit nú leika móti teimum næstbestu. Talan gjørdist um ein 3-1 sigur, sum ongantíð var í vanda.


 Byrjanaruppstillingin: René Tórgarð; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Rói Olsen; Ragnar B. Danielsen, Marni Djurhuus (Arnar 61´), Jóhannes Hansen (Tóki 81´); Leif Niclasen (Ólavur 81´).

 Eyka: Andru Poulsen, Arnar Dam, Ólavur Høghamar Ejdesgaard, Tóki H. Johannesen.


 Tvær broytingar vóru frá seinasta dysti á heimavølli móti Víkingi. Jákup Andrias var burturstaddur, og í hansara stað var komin EB/Streyma legendan René Tórgarð. Leif var við frá byrjan í dag í álopinum. Arnar, ið hevur havt leikbann síðani steypadystin í Runavík, var við aftur fyri fyrstu ferð í gjár, hann byrjaði á bonkinum.

Vit byrja dystin væl og trýsta HB’arnar langt aftur á vøllin. Trýstið riggar væl, og havnamennirnir hava trupult við at fáa sítt spæl at koyra, vit eru á teimum beinanvegin. Vit spæla væl, skapa vandamiklar støður, men tó ongan veruligan málmøguleika. Men tað skal ikki ganga leingi so bragdar.

  Tá 12 min. eru leiktir, er mál. Rógvi spælir Marna í høgrusíðu, sum síðani leggur eitt gott innlegg til Jóhannes. Jóhannes temur bóltin við bringuni og lyftir bóltin uppum ein mótstøðumann, áðrenn hann smekkar bóltin, umvegis ein HB’ara, í málið til 1-0. Eitt sera vakurt og teknist væl útført mál, annan dystin á rað fyri Jóhannes.

  Eftir hetta er ein løta, har vit ikki spæla so væl, og HB kemur meir inn í dystin, tó uttan at skapa nakað vandamikið. Men tað gongur ikki leingi, so rakna vit við aftur og fáa stýr upp á dystin.

  Í 32 min. er aftur mál. Eftir gott uppspæl endar bólturin hjá Róa beint uttanfyri felti, Rói leggur bóltin inn um verjuna til ein púra leysan Marna, einsamallur móti málmanninum er hann tryggur sum altíð og leggur bóltin í málið til hálvleiksstøðuna 2-0.

Seinni hálvleikur byrjar sum fyrri. Vit trýsta høgt og hava stóra yvirvág í spælinum. Hesaferð koma vit eisini til nakrar heilt stórar málmøguleikar. Millum annað hevði Rógvi ein stóran málmøguleika, tá hann kemur at standa púra fríður á 5 metur horninum, skjýtur, men bólturin fer fram við málinum. Eisini hevði Leif ein stóran málmøguleika, tá hann var spældur fríður av Marna, men skotið fer beint á málmannin.

  Í 57 min. eydnast tað okkum at aftur at fáa mál. Poul er komin framvið, og við einum góður innleggi leggur hann bóltin innfyri til Leif, sum við fremru stong stýrir bóltin í málið. Eitt frálíkt mál.

  Eftir hetta gevast vit at spæla, og lata HB’arnir koma inn í dystin. Tá 70 min. eru leiktir, fáa teir við beinleiðis frísparki, eisini minka um munin til støðuna 3-1.

  Seinasta løtan í dystinum var ógvuliga rótut. Spælið hekk illa saman hjá okkum, og nógvir óneyðugir feilir verða gjørdir. Vit fáa tó møguleikar til at økja um leiðsluna. Jóhannes verður spældur leysur, men verður feldur í skotstøðuni. Klokkuklárt straffi, men dómarin bríkslar ikki.

Samanumtikið ein ok dystur frá okkara síðu. Gamaní so vinna vit 3-1, men góða og flótandi spælið, sum hevur verið at sæð seinastu dystirnar, var ikki til staðar í sama mun. Vit verða noyddir at arbeiða allar 90 minuttirnar, tí sum maðurin segði, einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt.

Næsti dystur er um eina viku, Sunnudagin 5 Juni í Vági, tá tekur FC Suðuroy ímóti okkum.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version