EB/Streymur

Tryggur sigur

Sunnudagin var dystur við Margáir, besta mannsliðið hjá okkum tók ímóti Víkingi. Víkingur hevði undan dystinum vunnið tríggjar dystir á rað, har ímillum á útivølli móti FC Suðuroy, so roknast kundi við einum tøttum og spennandi dysti. Men soleiðis skuldi ikki verða.


 Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Rói Olsen; Ragnar B. Danielsen, Marni Djurhuus (Petur 90´), Jóhannes Hansen; Ólavur H. Ejdesgaard (Leif 62´).

 Eyka: Leif Niclasen, Petur Zachariasen.


   Okkara byrjaðu sum eitt óløgið, og víkingarnir fingu ikki eitt bein til jørðina. Spælið var til tíðir heilt gott, og kjansirnir vóru nógvir. Men sum so ofta, so gekk heldur striltið at fáa hol á.

  Tá hálvur tími var leiktur, kom tó endiliga hol á. Sjúrður leggur eitt horna innfyri, og eftir eitt sindur av trunkaspæli endar bólturin hjá Poul. Poul leggur hann av til Jóhannes, sum leggur bóltin heilt upp í samankomingina. Eitt sera vakurt mál av Jóhannesi, sum í dag fekk kjansin frá byrjan á høgra vongi.

  Hóast vit høvdu bóltin meginpartin av hálvleikinum, so gekk ikki nóg væl at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Ólavur var nær við eini tvær ferðir, Marni hevði onkran møguleika, men tað manglaði tað síðsta. Farið var til hálvleik við støðuni 1-0.

  Seinni hálvleikur byrjar sum fyrri, høgt trýst, og Víkingarnir hava trupult at fáa meira enn 2-3 samanhangandi avleveringar. Spælið hjá okkum gekk gott, men kanska av tí at vøllurin var so turrur, so fingu vit ongantíð tað flótandi spælið, sum vit fyrr hava víst, at koyra.

  Í 70 min. er aftur mál. Eitt innlegg úr vinstru endar hjá Marna, sum prikar bóltin víðari til innskifta Leif, sum smakkar bóltin í málið. Stór frøði á leikarum og teimum mongu áskoðarunum. 2-0.

  Vit halda á fram við at trýsta og skapa málmøguleikar, og fimm minuttir fyri leiklok er aftur mál. Rói tekur horna í vinstru síðu. Avleverar til Jóhannes, sum er komin út ímóti, fær bóltin aftur og setur ein Víkingaleikara av, leggur bóltin móti handaru stong. Bólturin ferðast millum vinir og fíggindar og endar í málinum. Fyrsta málið hjá Róa fyri besta liðið hjá EB/Streymi.

  Í tíðini sum dómarin hevur lagt afturat, kemur enn eitt mál. Marni fangar bóltin inni í brotsteiginum, skjýtur, málmaðurin hálvbjargar og fyrstur á returinum er Ragnar, sum lætt setur bóltin í málið til endaligu støðuna 4-0.

Samanumtikið ein tryggur sigur, sum ongantíð var í vanda. Spælið hekk væl saman, men av tí vøllurin var so turrur, so gekk tað ikki nóg skjótt. 4-0 var ikki eitt mál ov lítið, okkara kundi lættliga, um neyvleikin var skarpari, vunnið enn størri. Eitt annað gleðiligt var, at verjan aftur í dag helt nullið, annar dystur á rað har Jákup Andrias í málinum onga bjarging hevur. Staðfestast kann, at vit hava nógv tí bestu verjuna í deildini,  bert 6 mál eru farin inn ímóti okkum í teimum fyrstu 10 dystunum, og tað er helvtina so lítið, sum hjá teimum næstu liðinum.

Komandi leygardag er aftur dystur á skránni. Tá gongur leiðin til havnar, har HB tekur ímóti. Seinast vit spældu móti HB, var á heimavølli í ársins fyrsta dysti, tá endaði tað 4-2 til okkara. So vit vita hvat skal til, men einki kemur av ongum, hóast HB bert hevur fingið 7 stig higartil, so er hetta ein dystur, sum upp á ongar mátar skal undirmetast.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version