EB/Streymur

Uppiborin sigur í Djúpumýru

Veðrið var av tí allar besta í Klaksvík sunnudagin og lagt var upp til ein sera spennandi dyst, tá stóru kanónirnar í føroyskum kvinnufótbólti seinastu árini KÍ og EB/Streymur/Skála, brustu saman í Djúpumýru, í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.


 Byrjanaruppstillingin: Anna S. Hansen; Rúna Joensen (Kára 46´), Rakul V. Magnussen, Durita Hummeland, Durita Mikkelsen; Sigrun K. Kristiansen, Ansy Sevdal (L); Birna T. Johannesen, Fríðrún Olsen, Íðunn Magnussen (Randi 88´); Margunn Lindholm.

 Eyka: Randi Fagradal, Janita Ole-Jacobsen, Kára Djurhuus, Bjarta Djurhuus, Frida Gregersen.


   Okkara løgdu út sum eitt óløgið og KÍ kvinnurnar fingu ikki ein bein til jørðina fyrstu løtuna. Hóast okkara stýrdu dystinum og høvdu tað mesta av spælinum, so gekk strilti við at skapa teir stóru málmøguleikarnar, KÍ kvinnurnar vardu væl og tá vit nærkaðust vóru vit ikki nóg neyvar.

  Tó so, um miðan fyrra hálvleik, endaði bólturin á stongini. Margunn legði eitt gott hornaspark innfyri, og hart trýst inni í feltinum fær Fríðrún høvdi á, men tíverri fyri okkum var tað stong út.

  Eftir hetta kemur KÍ meira inn í dystin, men meira hendur ikki í fyrra hálvleiki.

Okkara byrja seinna hálvleik sum tær byrjaðu dystin, við høgari leikferð og stórum trýsti á KÍ hálvuni. Men tá vit nærkast brotsstaðarmarkinum so kemur steðgur í, og vit hava ilt við at skapa tað heilt stóra.

  Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tó aftur nær við at vit fingu mál og aftur hesaferð er tað eftir hornaspark. Margunn leggur bóltin inn fyri. Bólturin endar hjá Duritu Mikkelsen sum smekkar til, men KÍ málverjin stórbjargar heilt uppi við tvørtræið.

  Tá 87 min vóru leiktir bragdaði enduliga. Fríðrún dribblar seg í gjøgnum í vinstusíðu, komin móti baklinjuni leggur hon bóltin innfyri, málverjin hjá KÍ, sum annars hevði spælt ein góðan dyst, missur bóltin aftur um seg, og har stendur Birna púra leys, og so kann hon lætt seta bóltin í tóma málið.

1-0 gjørdist endaliga úrslitið, og samanlagt var talan um ein fult uppibornan sigur. Einki er tó avgjørt enn. Seinni dysturin verður ikki spældur fyrr enn 22. Juni, og nógv kann henda til tað tíð, men við einum 1-0 sigri í fyrra dystinum, mugu vit nú roknast sum favorittur til at koma í finaluna.

Tó skal man ongantíð hugsa meir enn ein dyst á gangin, næsta uppgáva hjá okkara kvinnum verður um eina viku, sunnudagin 29 Mai, við Margáir, móti HB.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version