EB/Streymur

Aftur ein trupul dystur

Sunnudagin er næstbesta liðið hjá Víkingi á vitjan við Margáir.
   Hóast talan er um næstbesta liðið hjá Víkingi og besta liðið hjá okkum, so skal ongin vera í iva um, at hetta saktans kann gerast ein trupul dystur.

 

   Í triðja umfari vóru vit á vitjan í Leirvík, har næstbesta liðið hjá Víkingi hevur heimavøll, og hetta var avgjørt ikki nakar lættur dystur, hóast Víkingur tá onki stig hevði fingið, og heldur onki mál hevði skorað.
   Tað var ikki fyrr enn í 56. minutti at Leif Niclasen legði okkum á odda, og í 83. minutti staðfesti Leif sigurin.
   Næstbesta liðið hjá Víkingi fekk annars eina heldur vánaliga byrjan upp á kappingarárið.
   Tað var ikki fyrr enn í 5. umfari at tað eydnaðist Víkingi at fáa fyrstu stigini, tá teir vunnu á næstbestu hjá KÍ, og ikki fyrr enn í 4. umfarið skoraðu teir sítt fyrsta mál.
   Men síðani er gongd komið á hjá teimum. Eftir ein javnleik á Sandi hava teir vunnið teir seinastu tríggjar dystirnar, harav síðsti var á útvølli móti FC Suður­oy, sum er ein av biðlunum at flyta upp í bestu deildina komandi kappingarár.
   Fyri dagsins dyst liggur Víkingur á einum 6. plássi við 13 stigum, meðan vit liggja á einum øðrum plássi við 23 stigum og einum útsettum dysti.
   Hjá okkum hevur gingið eftir vild higartil – undantikið vanlukku dystin á Argjum, har vit bert fingu javnleik.
   Vit hava higartil 2 javnleikir. Hin javnleikurin var á heimavølli móti 07 Vest­ur, sum í løtuni liggur á odda í deildini. Tað var ein góðkendur javnleikur, tí hetta var ein sera javnur dystur.
   Men skulu vit náa uppflyting til bestu deildina – sum er okkara mál fyri árið – so mega vit vinna á liðum, sum eru næstbestu lið í sínum feløgum. Og har er hesin dysturin ein av teimum.
   Men tað ringasta vit gera er at undirmeta eitt slíkt lið. Víkingur hevur higartil víst, at tey hava nógv gott fólk, so umframt at hava lið í fremsta enda í Effodeildini, so megna tey eisini at manna eitt gott 2. lið.
   Fyri okkara viðkomandi vita vit, at vit hava eitt gott lið, sum kann vinna á øllum í deildini, men tað skal ikki so nógv til, at okkurt kiksar, so úrslitið ikki verður til vildar.
   Vit vóna, at alt fer at laga seg til okkara fyrimun Sunnudagin.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version