EB/Streymur

Aftur á sigurskós

Leygardagin vitjaði GizaHoyvík, og eftir at ikki hava vunnið í teimum tveimum seinastu dystunum, javnleik í landskappingini móti 07 Vestur og tap móti NSÍ í steypakappingini, var tað av alstórum týdningi, at vit aftur fingu ein sigur í skjáttuna.


 Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen (Tóki 84´); Sjúrður Jacobsen, Brian Olsen (Rói 71´); Ragnar B. Danielsen, Jóhannes Hansen, Leif Niclasen (Ólavur 61´); Marni Djurhuus.

 Eyka: Ólavur H. Ejdesgaard, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen.


  Vit byrja øðiliga væl, trýsta teir høgt og skapa nógvar kjansir. Brian er tætt uppá at leggja okkum á odda, tá hann skjýtur ein retur, men beint á málmannin. Løtu seinni hevur Ragnar eitt gott skot úti frá, men málmaðurin fær akkurát sligið bóltin út til horna. Andras er sera tætt uppá, tá hann stútar eitt horna frá Sjúrða beint viðsíðuna av.

  Tað var ikki nógv Giza hevði at bjóða uppá. Spældu nógv við langum bóltum upp á Keita. Árni og Andras høvdu generelt gott stýr á honum. Tó so, so vinnur hann sær einaferð eitt fríspark stutt uttanfyri okkara brotsstað. Frísparkið verður skotið uppum múrin, Jákup Andrias, sum einki hevur at havt at gera higartil, feilmetur bóltin, men til alla lukku, fer bólturin á tvørtræið.

  Í 22 min. kemur endiliga hol á. Eitt innlegg frá Rógva hevur kós móti Marna, Marni verður skumpaður í ryggin og fer umkoll. Brotsspark ! Ragnar verður settur at skjóta, og hann leggur bóltin trygd í málið. 1-0.

  Tað í eftir var av fyrrahálvleiki, høvdu vit totalt kontrol á dystinum. Hava bóltin nógv, men á síðsta triðinginum eru vit ov óneyvir. Sostatt verður farið til hálvleik við støðuni 1-0.

Seinni hálvleikur er ikki meir enn byrjaður, so vilja Hoyvíksjingar hava eitt brotsspark, tá Keita fer umkoll, men dómarin floytar ikki. Eftir hetta halda vit fram, har vit sleptu í fyrrahálvleiki.

  Í 51 min. er aftur mál. Marni leggur innfyri til Jóhannes, sum hegnisliga skallar móti málinum, málmaðurin hálvbjargar, og fyrstur á returinum er Ragnar, sum smekkar bóltin upp í nettakið. 2-0.

Nú fór luftin úr ballónini hjá GizaHoyvík, og tað sum eftir er av dystinum, er einvegis ferðsla móti málinum.

  Teir næstu minuttirnir fær Ragnar tveir møguleikar at gerast trýfaldaður málskjútti, fyrru ferð bjargar málmaðurin og aðru ferð verður bjargað á strikuni.

  Í 70 min. verður tað 3-0. Eitt horna, sum verður sparkað burtur, men beint til Sjúrð. Sjúrður leggur innfyri, aftur har fær Andras pannuna á bóltin, leggur hann til Brian, sum smekkar bóltin í mál.

  Stutt eftir hetta fær Jóhannes er stóran málmøguleika, men bólturin fer dygst útum handaru stong.

  Stutt fyri dystarenda fær Tóki ein stóran møguleika, púra fríður við handaru stong, men skallarin fer beint viðsíðuna av.

Samanumtikið ein góður dystur frá okkara monnum, gott spæl, nógv mál, einki mál ímóti. Avgjørt eitt góðtikið avrik. Nú er fyrsti triðingurin av kappingini leiktur. Sjey sigrar og tveir javnleikir og ein málúrtøku upp á 31-6. Harvið kunnu vit reypa um, at vit hava nógv tí bestu verjuna í deildini.

Næstu dystur er um eina viku. Sunnudagin 22. Mai á heimavølli móti Víkingi.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version