EB/Streymur

Enn ein týdningarmikil dystur

So er Giza/Hoyvík aftur við Margáir.
   Teir vitjaðu eisini í 4. umfari, og tá gekk bara væl hjá okkum, hóast tað í løtum sá nokk so hættisligt út.

 

   Tann dysturin byrjaði annars rættiliga væl hjá okkum, og longu eftir 5 minuttir vóru vit á odda við máli frá Rógva.

   Men tá var tað sum um luftin fór úr okkara spælarum, og lítla løtu seinni eydnaðist tað Giza/Hoyvík eftir skjótálop at javna, og langa løtu eftir hetta gekk javnt á, og gestirnir royndust minst líka grammir sum okkara leikarar.
   Vit kláraðu tó at fóta okkum aftur, og sum tað leið móti hálvleiki øktist munurin millum liðini til okkara fyrimun, og 10 minuttir fyri steðgin legði Arnar okkum aftur á odda til hálvleiksstøðuna 2-1.
   Um tað var hetta seinna málið, sum tók mótið frá gestunum, skal ikki verða gitt um her, men veruleikin er, at í seinna hálvleiki bar onki til hjá Giza/Hoy­vík, og endin var ein sannførandi sigur til okkara 5-1 við tveimum málum frá Leif og einum frá Andras..
   Annars hevur samanlagt gingið bara væl hjá Giza/Hoyvík higartil. 5 sigrar og 3 tap er tað blivið til undan dagsins dysti.
   Umframt áðurnevnda dyst við Margáir hava teir eisini tapt móti NSÍ og 07 Vestur. Í hinum endanum er tað blivið til fleiri sigrar, harav onkrir rættiliga sannførandi, so onki er at ivast í, at hetta er eitt lið, sum man skal hava stóra respekt fyri.
   Hjá okkum hevur tað higartil verið so í landskappingini, at vit hava ikki tapt enn. Seinasti dystur var javnleikur móti 07 Vestur. Hetta úrslitið verður góð­tikið, tí talan var um ein sera javnan dyst. Hinvegin koma vit ikki yvir javnleikin á Argjum, sum als ikki átti at komið fyri.
   Vit hava víst dygdir í dystunum higartil, men hepni skal eisini til. Hepni tókt­ist at mangla á Argjum, tí hóast vit vassaðu í møgulleikum, so bar ikki til meira enn tað einu ferðina at fáa bóltin í netið.
   Vónandi verður neyðuga hepni við okkum aftur í dag.

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version