EB/Streymur

Ársins fyrsti ósigur !

Kvartfinalan bleiv okkara endastøð í ársins kapping um Løgmanssteypið. Mótstøðu liðið, og stórfavorittarnir úr Runavík, NSÍ, vóru eitt vet ov tungir til okkara, og har við taptu vit fyri fyrstu ferð í ár.


 

Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen (Jóhannes 79´), Andras Olsen, Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Brian Olsen (Rói 89´); Ragnar B. Danielsen, Marni Djurhuus, Leif Niclasen (Tóki 89´); Arnar Dam.

 Eyka: Ári Kruse, Jóhannes Hansen, Ólavur H. Ejdesgaard, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen.


 

  Uppleggið til dagsins dyst var at liggja eitt sindur longri afturi á vøllinum enn vanligt og dúva upp á kontra. Vit byrja ikki serliga væl. Avleveringarnar liggja skeivt, og tá vit skulu sparka burtur, sparka vit ikki nóg langt, til at vit kunnu skumpa niðan. Men vit halda teimum frá málmøguleikum. Tá eini 15-20 min. eru spældir, koma vit við aftur í dystin, gott nokk eru vit trýstir langt aftur, men nú riggar at spæla okkum úr pressinum og í kontraálop.

  Tá fyrri hálvleikur er hálvrunnin, koma teir til fyrsta veruliga málmøguleika, Klæmint verður spældur leysur, men Jákup Andrias í málinum stórbjargar. Lítla løtu seinni er aftur vandi á ferð. Ein NSÍ’ari skjýtur, men aftur hesaferð bjargar Jákup Andrias, bólturin støkkur út til ein annan NSÍ’ara, sum skjýtur, men á sjálvari málstrikuni fær Andras skotið burtur.

  Beint áðrenn hálvleik hendi tað, sum ikki mátti henda. Ein langur bóltur verður skotin móti teirra høgra vongi, hann leggur bóltin inn í felti til ein púra fríðan Árna Fredriksberg, sum lætt skorar til 1-0.

  Ikki meir enn givið bóltin upp, fáa vit gyltan møguleika at javna, vit spæla okkum væl í gjøgnum í høgru síðu. Sjúrður leggur bóltin innum verjuna til Leif, sum er einsamallur móti málmanninum. Leif lyftir bóltin uppum málmannin, men rakar ikki málið. Hálvleikur og støðan er 1-0 til NSÍ.

Seinni hálvleikur er sum fyrri. Vit liggja langt afturi á vøllinum, og teir trýsta høgt. Sum í fyrra hálvleiki, so haldi vit teimum frá teimum stóru málmøguleikunum. Vit hava ei heldur teir stóru málmøguleikarnar, men skapa fleiri líka við og næstan støður. Fleiri ferðir eru vit í góðum kontra álopum, men har avgerandi avleveringin er skeiv.

  Miðskeiðis í seinna hálvleiki verða ein frá hvørjum liðið vístir av vøllinum. Arnar fær reytt kort fyri eina takkling og NSÍarin fyri at hevna seg.

  Seint í seinna hálvleiki er Jóhannes eina skógvastødd frá at prika eitt fríspark frá Rógva inn, men inn vildi bólturin ikki.

  5 min. fyri leiklok avgerð Petur Knudsen dystin, tá hann eftir gott álop skorar til 2-0.

Ársins steypaævintýr er av, men vit fella ikki í fátt. Um eina viku er aftur dystur, tá verður tað á heimavølli móti GizaHoyvík. Nú er at reisa seg aftur, og vísa at hesin ósigurin er og verður eitt eindømi.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version