EB/Streymur

Javnleikur í toppdystinum

Lagt var upp til ein tættan og spennandi dyst millum nummar eitt og nummar tvey í landskappingini. Spenningur var, og dysturin tættur. Men tað spælið, ið eigur at mynda eitt topplið, var ikki til staðar.


 Byrjanaruppstillingin: René Tórgarð; Poul G. Olsen, Andras Olsen (Tóki), Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen; Sjúrður Jacobsen, Brian Olsen (Jóhannes); Ragnar B. Danielsen (Ári), Marni Djurhuus, Leif Niclasen; Arnar Dam.

 Eyka: Ári Kruse, Jóhannes Hansen, Ólavur H. Ejdesgaard, Rói Olsen, Tóki H. Johannesen.


 Tvær broytingar vóru frá dysinum hóskvøldið móti KÍ, Marni kom inn fyri Tóka. Jákup Andrias var sjúkur, og í hansara stað kom EB/Streyma legendan René Tórgarð, fyrsti dystur fyri besta liðið hjá EB/Streymi síðani seinasta umfar í 2014.

  Vit høvdu vindin undan í fyrra hálvleiki, trýstu teir langt aftur og royndu at skapa dystin. Málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, men nakrar ferðir var líka við og næstan. Ragnar hevði nokk tað stórsta. Leif brýtur væl ígjøgnum í vinstru síðu, kemur heilt tætt at málinum, men ístaðin fyri at skjóta, leggur hann bóltin víðari, Marni er líka við at fáa skot á, men bólturin verður takklaður víðari, har stendur Ragnar, skýtur, men bólturin verður blokeraður á fimm metrinum.

  07 Vestur skapti ikki tað helt stóra, teir hava eitt horna, har vit hava trupult við at fáa bóltin burtur, har kundi vandi verið, men hvørjaferð blivu skotini blokeraði, aðrenn bólturin til seinast bleiv gyppaður av vandaleið.

  Tá 35 min. vóru farnir, er mál, og tað er 07 Vestur, ið leggur seg á odda. Ein langur bóltur frá 07 Vestur verjuni kemur langt niðan á okkara hálvu. Árni skal skalla bóltin aftur til málmannin, men René í málinum er komin út, so bólturin fer uppum René og í mál. Sera óheppi, serliga tá vit hava hildi teimun frá øllum higartil. Men vit fella ikki í fátt.

  Bert fimm minuttir seinni javna vit. Árni er farin framvið, og inni í brotsstaðinum fær hann bóltin, langar til, men málmaðurin hálvbjargar, bólturin støkkur út til Marna, sum lætt setur bóltin í mál.

  Seinni hálvleikur er ikki nógv at skriva heim um. Vit gevast at spæla fótbólt, ístaðin skjóta vit langar bóltar. 07 Vestur fær yvirtakið og leggja trýst á. Teir hava millum annað skot á stongina. Men dysturin er millum 16 metrarnar báðar, ikki nógv er inni í brotsstaðinum hjá liðunum.

  Ein dystur har bæði liðini kunna verða nøgd við ein javnleik. Tættur og harður dystur. Fyri tey uttanfyri standadi kanska ein óintresantur dystur. Men hatta er farið, nú er ein vika til næsta dyst, tá er uppgávan ikki minnið torfør. Steypakappingardystur móti besta liðnum hjá NSÍ í Runavík.

 

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version