EB/Streymur

Toppdystur við Margáir

Fyri aðru ferð í eina viku hittast EB/Streymur og 07 Vestur við Margáir.
   Seinasta sunnudag stóð slagið um luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, og tá eydnaðist tað EB/Streymi at koma víðari við 2-1 sigri.

 

   Hetta var annars ein javnur dystur, har ongi mál komu í fyrra hálvleiki, har gestirnir úr Vágum nokk vóru nærri við at skora. Í seinna hálvleiki kom hol á hjá okkum, og tað eydnaðist okkum at skora fyrst til 1-0 og so til 2-0. Men 10 minuttir fyri dystarlok minkaði 07 Vestur um munin við at skora til 1-2. Hóast teir royndu sítt ítarsta at javna so eydnaðist teimum tað ikki.
   Tíbetur.
   Tí so týdningarmikil er steypakappingin neyvan fyri lið, sum spæla í fyrstu deild, tá tað kemur víðari í kappingini liggja flestu stykkini hjá Effo-liðunum. Hinvegin hevði ein javnleikur havt við sær longda spælitíð, og tað hevði gagna hvørgum liðunum, sum longu mikudagin eftir bæði skuldu í týdningarmiklar dystir, tí allarhelst er uppflyting til Effo-deildina nokk týdningarmiklasta málið hjá hesum báðum liðunum í ár.
   Liðini, sum spæla við Margáir í dag, liggja bæði ovast í deildini áðrenn dag­sins dyst við 19 stigum í part. EB/Streymur liggur ovari av hesum báðum, tí vit hava betri málúrtøku enn vágamenn.
   Tað hevu vignast bara væl hjá okkum higartil. Í teimum 7 dystunum, sum higartil eru leiktir, hava vit skorað 27 mál, meðan bara 5 eru farin inn hjá okkum.
   Og av teimum 5 er tað uttan iva málið á Argjum herfyri, ið argar okkum mest, tí tað hevði samstundis við sær, at vit ikki longur hava fult stigatal, sum var avgjørda máiið hjá okkum, tá vit vóru komin hertil.
   Gestirnir í 07 Vestur hava eisini vunnið allar dystirnar uttan ein, sum endaði javnur. Tað var longu í øðrum umfari, at teir spældu javnt 2-2 móti gestunum úr FC Suðuroy.
   Spurningurin er so, hvussu verður eftir dagsins dyst. Skal annað av liðunum hava ein taptan dyst í yvirlitinum, ella skulu vit framvegis liggja stavn um stavn í oddinum.
   Hóast tað ber til at spæla javnt í landskappingini -og bæði liðini roynt einaferð -  so fara tey bæði liðini í dag á vøllin at fáa fulla úrtøku. Vit vóna, at øll 3 stigini verða eftir við Margáir!

 

Saman standa vit sterk !

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version