EB/Streymur

Aftur á ovasta plássi

Trýstið á okkum var størri, enn tað hevur verið í ár, javnleikur móti AB í seinasta umfari og úrslitini fyrradagin, høvdu við sær, at 07 Vestur nú var á fyrsta plássi. So ein sigur á teimum næstbestu hjá KÍ var eitt krav, um vit skuldi taka fyrsta plássið aftur.


Byrjanaruppstillingin: Jákup Andrias Hansen; Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Rógvi E. Nielsen(Ólavur); Sjúrður Jacobsen (Rói), Brian Olsen (Jóhannes); Ragnar B. Danielsen, Tóki H. Johannesen, Leif Niclasen; Arnar Dam.

 Eyka: Ári Kruse, Jóhannes Hansen, Ólavur H. Ejdesgaard, Rói Olsen.


 

  Vit byrjaðu dystin við einum øgiligum trýsti, og klaksvíksjingarnir fingu ikki eitt bein til jørðina. Teir koma seg nakað, við at verja væl og royna at taka ferðina úr spælinum, men vit fingu okkara møguleikar. Tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki vóru vit sera tætt uppá. Ragnar trekkir væl inn í banan, langar til, men bólturin brestur í tvørtræið, løtu seinni stútar Poul eitt hornaspark hjá Sjúrða á tvørtræið, og tá hálvur tími er leiktur, fáa vit eitt brotsspark, sum vit eisini misnýta. Ragnar spælir væl við Arnar, fær hann aftur og verður feldur. Brian verður settur at skjóta, men brennur.

  Í 34 min. kemur tó endiliga hol á. Leif spælir Arnar í dýpdina, og einsamallur móti málmanninum er hann tryggur og leggur okkum fram um 1-0, sum somuleiðis er hálvleiksstøðan.

  Fyrstu løtuna eftir steðgin koma klaksvíksjingarnir inn aftur í dystin, og dystin er javnur fyrstu 10 minuttirnar, men so skrúva vit ferðina uppaftur, og tá klárar eingin at fylgja við.

  Tá 56 min. eru leiktir er 2-0. Innlegg frá Poul, sum Arnar prikar víðari til ein fríðan Ragnar, sum lættliga setur bóltin í mál. Nú gongur skjótt, tí 4 min. seinni er 4-0.

  Rógvi fangar bóltin á miðjum vølli, setur ferð á frameftir, driblar og takklar seg í gjøgnum nakrar KÍ leikarar, spælir Leif, sum aftur spælir Rógva fríðan í feltinum, einsamallur móti málmanninum langan hann bóltin í mál, 3-0.

  Bólturin er ikki meir enn givin upp, so er aftur mál. KÍ kemur í álop, vit vinna bóltin, so gongur skjótt. Rógvi leggur bóltin inn fyri, har 4 menn eru komnir inn í feltið, Leif er fyrstur á bóltinum, og leggur okkum á odda 4-0.

  Nú skolaðu álopini móti KÍ málinum, har serliga Leif fekk nógvar møguleikar at økja, men ikki fyrr enn vit eru komnir inn í yvirtíðina kemur næsta málið. Høgt og gott press endar við, at Leif spælir Ólav púra leysan, sum skorar trygd til endaliga úrsliti 5-0.

  Samanumtikið ein dystur har sigurin ongantíð var í vanda. Hildu málið reint og hildu klaksvíksjingum frá málroyndum, ikki eina ferð bleiv Jákup Andrias í málinum testaður. Dystur er longu aftur sunnudagin, og tá er mótstøðan ein heilt onnur. Tá er toppdystur við Margáir, 07 Vestur kemur á vitjan.

 

Saman standa vit sterk.

Forritað hevur Menning.fo

Top Desktop version